Home Fólk og Samfelag Søk stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn áðrenn 1. apríl

Søk stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn áðrenn 1. apríl

by Lagt út ÓML

Nú er aftur møguleiki at søkja stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn. Fundur verður í grunninum í mai mánaði, har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul. Umsóknarfreistin er 1. apríl 2023.

Endamálið við Felagsgrunninum er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, sum kunnu fremja og menna samstarvið millum Reykjavíkar, Tórshavnar og Nuuk kommunur og millum borgararnar í kommununum. Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta hvørt ár pening í grunnin.

Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg og onnur, ið halda seg koma
undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing
um tiltakið.

Les meira um stuðulsmøguleikan og mannagongdina á síðu okkara um mentanarstuðul, har tú eisini finnur umsóknarblaðið, tú skalt brúka, tá tú søkir.

Hevur tú aðrar spurningar, ert tú vælkomn at venda tær til Stjórnarskrivstovuna á 30 20 10.

Mentanarstuðul

Kelda & mynd Tórshavn.fo (Mynd: NN – Norden.org)

You may also like

Leave a Comment