By using this site, you agree to the Privacy Policy and Terms of Use.
Accept

24FO.NEWS

Netavís

  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útvaldar greinar
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Reading: Starvslýsing: Vinnumennari til Klaksvíkar kommunu
Share
Notification Show More
Latest News
Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar
1 dag ago
Kvinna dømd 6 ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain
2 dage ago
Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum. Nevndin í Føroya Tele ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk í samtakinum.
2 dage ago
Álit um universitetssjúkrahús handað landsstýriskvinnuni
1 uge ago
Stong Havstovuna og opna Bankan
1 uge ago
Aa
24FO.NEWS24FO.NEWS
Aa
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útvaldar greinar
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Have an existing account? Sign In
Follow US
© 2022 Foxiz News Network. Ruby Design Company. All Rights Reserved.
24FO.NEWS > Vinna & Samfelag > Starvslýsing: Vinnumennari til Klaksvíkar kommunu
Vinna & Samfelag

Starvslýsing: Vinnumennari til Klaksvíkar kommunu

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 8 måneder ago
Updated 2023/03/14 at 11:15 PM
Share
Vinnumennari
SHARE

Kundi tú hugsa tær at arbeitt við at styrkja og menna  vinnuøkið í Klaksvíkar kommunu?, og kundi tú hugsa tær at arbeitt við at menna ferðavinnupolitikkin í Klaksvíkar kommunu, so ert tú tann vit leita eftir.

Vinnumennarin skal stuðla vinnustjóranum í sínum arbeiði við at skapa góðar karmar fyri vinnulívið. Sum vinnumennari kemur tú eisini at vera við til at tryggja, at tænasturnar, sum verða veittar innan vinnuøkið, eru á einum høgum góðskustigi.

Starvsinnihald
Týdningarmestu uppgávurnar hjá vinnumennaranum eru at:
• arbeiða miðvíst við at betra um tænasturnar til vinnuna
• menna hugskot, sum stuðla undir góðar karmar hjá vinnuni
• menna ferðavinnupolitik
• fremja strategiska menning av vinnuøkinum sum heild
• megna at leiða verkætlanir á vinnuøkinum, tó undantikið tekniskar byggiverkætlanir
• verða við til at samskipa tiltøk fyri vinnuna, t.d. ráðstevnur og líknandi
• fremja uppgávur, so sum viðgera og avgreiða mál á vinnuøkinum
• fremja samtyktir hjá nevndum og býráð, sum fevna um vinnuøkið 

Umráðandi er, at tú hevur:
• royndir innan verkætlanarleiðslu
• góð evni at samstarva í toymum
• førleikar at arbeiða strategiskt
• góð evni at samskifta, bæði í skrift og talu

Tann, ið verður settur, skal hava innlit í vinnulívið. Tað er sera týdningarmikið, at umsøkjarar hava vilja og hegni at ganga nýggjar leiðir og megna at gera hugskot til veruleika.

Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at hava:
• viðkomandi útbúgving saman við viðkomandi vinnuligum royndum
• royndir frá tí privata og/ella almenna arbeiðsmarknaðinum
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum.

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Tú kemur at verða partur av einum royndum og eldhugaðum starvsfólkahópi.

Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið. Vinnumennarin hevur tilvísing til vinnustjóran.
Starvið verður sett 1. mars. 2023 ella eftir nærri avtalu.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við John Syderbø, vinnu- og mentanarstjóra, tel. 219549, johns@klaksvik.fo. 

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast mánadagin 16. januar 2023. 
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Vinnumennari til Klaksvíkar kommunu

Um vinnuøkið
Vinnuøkið umsitur Klaksvíkar havn, Grót- og tilfarssøluna, ídnað og Íverksetarhúsið. Vinnumenning og samstarv við Vinnulívsráðið og Klaksvíkar handilsfelag er eisini fevnt av økinum. 

You Might Also Like

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar

Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum. Nevndin í Føroya Tele ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk í samtakinum.

Stong Havstovuna og opna Bankan

Minni av makreli í Norðurhøvum

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini

Lagt út ÓML januar 12, 2023
Share this Article
Facebook TwitterEmail Print
Previous Article Børnini og mál okkara
Next Article Nýggjur KF-formaður: – Vit mugu standa saman
Leave a comment

Skriv et svar Annuller svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

You Might Also Like

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar

1 dag ago

Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum. Nevndin í Føroya Tele ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk í samtakinum.

2 dage ago

Stong Havstovuna og opna Bankan

1 uge ago

Minni av makreli í Norðurhøvum

4 uger ago
24FO.NEWS24FO.NEWS

© MERCOM - 24.FO - 24FO.NEWS - All Rights Reserved.
Ábyrgdarstjóri: Óli M. Lassen Post: info@24fo.news - Telefon 252424

Removed from reading list

Undo
Welcome Back!

Sign in to your account

Lost your password?