Treystið hjá føroysku húsarhaldunum er ikki fallið. Húsarhaldini vænta sambært brúkarakanningini, at teirra fíggjarstøða verður betri um eitt ár. Hinvegin eru húsarhaldini minni bjartskygd, tá tað kemur til føroysku búskaparstøðuna komandi ár.
Gongdin í privatu nýtsluni hevur stóra ávirkan á BTÚ, tí privata nýtslan er í stødd á støði við vøruútflutningin og -innflutningin. Nýtslan hjá húsarhaldunum er í stóran mun tengd at teirra bjartskygni. Í nýggjastu brúkarakanningini hjá Hagstovuni (januar 2024) sæst, at treystið hjá føroysku húsarhaldunum ikki er fallið sí mynd 2.1.
Brúkaravísitalið er óbroytt samanborið við kanningina frá juni 2023, og harumframt er lýsingin av aktuellu fíggjarstøðuni hjá húsarhaldunum óbroytt. Størsti parturin av húsarhaldunum (áleið 60%) spara nakað upp. Seinastu 10 árini hava føroysk húsarhald økt um síni innlán í føroysku bankunum, ið bendir á, at tey hava økt um sína uppsparing. Innlánsvøksturin minkaði tó eitt vet í tíðarskeiðinum frá umleið árslok 2021 til á vári 2023, ið kann vera tekin um, at húsarhaldini í hesum tíðarskeiði brúktu burturav síni uppsparing. Síðani apríl 2023 er vøksturin í innlánum hjá húsarhaldunum øktur aftur. Ein orsøk til vøksturin í innlánunum kann vera, at húsarhaldini hava vant seg við nýggju støðuna við øktum prís- og rentustøði, ið ger tað lættari at leggja ætlanir um nýtslu og samansparingar. Væntanir um lækkandi rentu og inflasjón, lønarhækking umframt skattalættin frá 2024, kann eisini viðvirka til, at fíggjarligu útlitini tykjast meira bjørt, og at tað tí aftur er rásarúm fyri samansparing. Talið av teimum, ið júst fáa endarnar at røkka saman, er somuleiðis óbroytt samanborið við seinastu kanning, ið helst stendst av, at flest øll hava eitt starv í dag.
Húsarhaldini vænta sambært brúkarakanningini, at teirra fíggjarstøða verður betri um eitt ár, ið kann hanga saman við, at húsarhaldini hava væntanir um, at prísirnir ikki fara at vaksa í sama mun komandi árið, sum teir hava gjørt í serliga 2022 og 2023. Harafturat hava flest fingið lønarhækkan og eisini er skattalætti givin í 2024. Hinvegin eru húsarhaldini minni bjartskygd, tá tað kemur til føroysku búskaparstøðuna komandi ár.
Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.