By using this site, you agree to the Privacy Policy and Terms of Use.
Accept

24FO.NEWS

Netavís

  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útvaldar greinar
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Reading: Ferðavinnu menning í Tórshavn
Share
Notification Show More
Latest News
Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar
1 dag ago
Kvinna dømd 6 ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain
2 dage ago
Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum. Nevndin í Føroya Tele ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk í samtakinum.
2 dage ago
Álit um universitetssjúkrahús handað landsstýriskvinnuni
1 uge ago
Stong Havstovuna og opna Bankan
1 uge ago
Aa
24FO.NEWS24FO.NEWS
Aa
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útvaldar greinar
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Have an existing account? Sign In
Follow US
© 2022 Foxiz News Network. Ruby Design Company. All Rights Reserved.
24FO.NEWS > Vinna & Samfelag > Ferðavinnu menning í Tórshavn
Vinna & Samfelag

Ferðavinnu menning í Tórshavn

Brellbitar og boblur í Broncks

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 7 måneder ago
Updated 2023/03/14 at 10:46 PM
Share
Savnsmynd fra torshavn.fo
SHARE

Seinnapartin 3 mars byrjaði endabresturin í sambandi við tiltakið “Nýskapan í ferðavinnuni”. Hugskotið og Visit Tórshavn hava síðani 2019 skipað fyri hesum átaki, sum seinastu árini hevur stimbrað menningina av nógvum nýggjum fyritøkum í ferðavinnuni.

Tað serliga hesaferð er, at skipað verður fyri átakinum saman við Visit Vágar, sum ynskir at menna ferðavinnuna í Vágum og Mykinesi.

Átakið er í tráð við okkara ferðavinnupolitikk, har vit staðfesta, at styrkin í ferðavinnuni er, at pláss er fyri bæði stórum og smáum, og at hesir vinnumøguleikar eru við til at skapa trivnað og inntøkur, eisini á smáplássum, har vit leggja dent á tað lokala og autentiska.

Tí hevur tað ómetaligan týdning, at kommunan heldur fram við at skapa karmar fyri at menna ferðavinnutilboðini, og at Hugskotið heldur á at veita ráðgeving og møguleika fyri innivist í einum stimbrandi íverksetaraumhvørvi.

Vit vita, at smáir íverksetarar kunnu kenna seg einsamallar og hava tørv á samstarvi og sparring við onnur.

Tí er einastandandi við einum tílíkum netverki millum smærru ferðavinnuaktørarnar, har teir kunnu fáa ráðgeving í at gerast sjónligari og harvið økja møguleikan at selja sínar vørur og upplivingar.

Verkætlanin “Nýskapan í ferðavinnuni” hevur verið í Hugskotinum og á Fiskastykkinum í Sandavági frá miðskeiðis í januar, t.v.s. at tey luttakandi hava havt sjey vikur at arbeiða miðvíst við sínum hugskotum og fyritøkum.

Tað er verulig ferð sett á menningina av verkætlanunum hetta tíðarskeiðið. Hetta er hent við góðari ráðgeving frá mentorum úr føroyska vinnulívinum og sparring við fremstu serfrøði innan ferðavinnu.

Luttakararnir hava harumframt havt høvi at luttaka á spennandi verkstovum við undirvísing, framløgum og netverkan. Eitt av endamálunum er ikki at miðsavna, men at spjaða ferðavinnuna landafrøðiliga.

Málbólkurin hevur verið bæði núverandi ferðavinnufyritøkur, ið ynskja at brynja seg til komandi ferðavinnuár, og spírar á íverksetaraøkinum, ið ynskja at byrja nýtt ferðavinnuvirksemi.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum legði fyri, segði millum annað, at seinastu sjey vikurnar hava Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Vágar skipað fyri átakinum Nýskapan í ferðavinnuni. Øll sum høvdu eitt ferðavinnuhugskot ella eina ferðavinnufyritøku kundu søkja um at vera við og nýggju verkætlanir hava luttikið.

– Hesar verkætlanirnar hava fingið sjey skræddaraseymaðar vikur við hjálp, vegleiðing og sparring frá mentorum úr vinnulívinum, fremstu serfrøðini innan ferðavinnuna og frá Hugskotinum, Visit Tórshavn og Visit Vágar.

– Takk til tykkum øll, sum hava verið við til at hjálpt hesum íverksetunum og fyritøkunum fram á leið.

Verkætlanirnar, ið hava luttikið í átakinum, hava øll arbeitt hart hesar sjey vikurnar og vit gleða okkum nú at síggja tykkara úrslit, endaði borgarstjórin.

Hann nevndi síðan tey nýggju, sum leggja fram seinnapartin. Hesi eru:

  1. Heðin Poulsen – Remót Travel
  2. Jenny á Dalbø Guttesen – Fjósið
  3. Jake Eisele – Hidden Pass Travel
  4. Eirikur Jákupsson og Rógvi Helmsdal – Ognartænastan
  5. Wong Fai Yin – Wong’s Travel
  6. Marit Johansdóttir Magnussen – Marit
  7. Johan Hansen – Vitastova
  8. Katrina í Geil – Katrina í Geil
  9. Guðrun Poulsen og Martin Jensen – Føroyar.live

Kelda & myndir: torshavn.fo 3 mars 2023

You Might Also Like

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar

Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum. Nevndin í Føroya Tele ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk í samtakinum.

Stong Havstovuna og opna Bankan

Minni av makreli í Norðurhøvum

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini

Lagt út ÓML marts 5, 2023
Share this Article
Facebook TwitterEmail Print
Previous Article Útiøkið á Skúlatrøð komið væl áleiðis
Next Article Føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2023 eru ásettar
Leave a comment

Skriv et svar Annuller svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

You Might Also Like

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar

1 dag ago

Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum. Nevndin í Føroya Tele ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk í samtakinum.

2 dage ago

Stong Havstovuna og opna Bankan

1 uge ago

Minni av makreli í Norðurhøvum

4 uger ago
24FO.NEWS24FO.NEWS

© MERCOM - 24.FO - 24FO.NEWS - All Rights Reserved.
Ábyrgdarstjóri: Óli M. Lassen Post: info@24fo.news - Telefon 252424

Removed from reading list

Undo
Welcome Back!

Sign in to your account

Lost your password?