Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sett Unu Joensen í starvið sum rektari á Glasi. Una Joensen er 55 ára gomul og útbúgvin búskaparfrøðingur – Cand. Oecon, umframt at hava tikið fleiri longri leiðsluskeið. Eisini hevur hon námsfrøðiliga útbúgving – bæði ástøðiliga og verkliga partin.
Una Joensen hevur drúgvar royndir frá privatari vinnu, almennari fyrisiting, undirvísing, umframt royndir frá nevndum og ráðum. Hon hevur undirvíst bæði á Føroya Handilsskúla og á Glasi í støddfrøði og altjóða búskapi. Hon hevur viðkomandi leiðsluroyndir eitt nú sum deildarstjóri í Mentamálaráðnum og deildarleiðari á Samfelagsdeildini á Glasi í nøkur ár.
Síðan 1. juli í ár hevur Una Joensen verið virkandi rektari á Glasi, umframt at hon hevur røkt farloyvisstarvið sum undirvísingarstjóri fyri gymnasialt miðnám.
Una Joensen byrjar í starvinum sum rektari beinanvegin, t.v.s. frá 4. oktober 2022.