Home Tíðindir Tunnilin Skotin ígjøgnum til Árnafjarðar

Tunnilin Skotin ígjøgnum til Árnafjarðar

by Lagt út ÓML

Í gjár var hátíðarhald á Norðhavnini í Ánunum, í samband við at seinasta skotið í tunnlinum ímillum Klaksvík og Árnafjørð, varð skotið ígjøgnum. Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverk, og Karl Johansen, borgarstjóri, hildu røðu.

Tá ið røðurnar vórðu hildnar, var tað Knút Guðjónsson sum lat seinasta skotið av. Knút var eisini arbeiðsformaður, tá ið gomlu tunlarnir vóru gjørdir í 1967.

Seinni varð skipað fyri einari móttøku í Húsmøðrahúsinum á Bøgøtu.

Kelda: Klaksvík.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More