Frameftir verður ikki neyðugt hjá føroyskum útisetum í Danmark at hava ein danskan peningastovn fyri at kunna brúka MobilePay.
Kontur í føroyskum peningastovnum góðkendar
MobilePay er ein ókeypis app, ið ger tað lætt at flyta pengar, gjalda fyri vørur, tænastur
o.a. Nærum 4,5 mió. danir brúka appina, og omanfyri 1 mió. flytingar verða gjørdar við
MobilePay um dagin.
Føroysku peningastovnarnir hava nú gjørt avtalu við MobilePay, ið ger tað møguligt hjá
kundum í føroysku peningastovnunum, ið eru búsitandi í Danmark, at brúka loysnina.
“MobilePay verður sera nógv brúkt í Danmark, og tí eru vit fegin um at hava funnið eina
loysn, ið ger tað møguligt hjá føroyingum, sum eitt nú flyta niður í lestrarørindum, at
brúka MobilePay uttan at skula skifta føroyska peningastovnin út við ein danskan,” sigur
Turið F. Arge, forkvinna í Felagnum Peningastovnar.
Krøv fyri at brúka MobilePay
Fyri at kunna brúka MobilePay skal appin fyrst takast niður á telefonina, og annars skal
vanliga mannagongdin hjá MobilePay fylgjast. Brúkarar mugu hava eitt danskt
telefonnummar, danskt cpr.nr. og MitID. Harumframt er neyðugt at hava eina bankakontu
og eitt gjaldskort, sum sambært nýggju avtaluni eins væl kunnu vera føroysk sum donsk.
Framvegis eingin loysn funnin til føroyska marknaðin
Føroysku peningastovnarnir hava í longri tíð havt samband við MobilePay um at fáa
tænastuna at rigga til føroyska marknaðin. Orsakað av tøkniligum forðingum, sum enn
ikki eru loystar, ber tað tó framvegis ikki til hjá kundum í føroysku peningastovnunum, ið
eru búsitandi í Føroyum, at brúka MobilePay.