Home Tíðindir Føroyar í New York til várs

Føroyar í New York til várs

by Lagt út ÓML

Stórt føroyskt mentanarátak verður í New York frá apríl til juli í 2024. Átakið verður fyriskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Almanna- og mentanamálaráðnum og Visit Faroe Islands, í samstarvi við Scandinavia House, ið hýsir tiltakinum.

Endamálið við átakinum er at sýna fram føroyska mentan og list. Talan er um eina røð av tiltøkum innan bókmentir, tónleik, film, sniðgeving, gastronomi og ferðavinnu, sum fara fram millum 9. og 21. apríl, umframt eina listaframsýning, ið verður opin frá apríl til juli.

Tiltøkini verða í Scandinavia House í New York, og verða fyriskipað í samstarvi við Listasavn Føroya, FarLit, Faroe Islands Music Export, Fróðskaparsetur Føroya, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum. Fyrreikingarnar eru í gongd, og skráin fyri føroysku mentanardagarnar verður almannakunngjørd fyrst í komandi ári.

Í 2020 varð partalagsyvirlýsing millum Føroyar og USA undirritað. Avtalan skal leggja lunnar undir styrkt samstarv millum Føroyar og USA, m.a. innan gransking, mentan og vinnu. Mentanarátakið er liður í at birta undir samstarv millum Føroyar og USA innan mentan og kreativar vinnur. Eftir ætlan letur upp føroysk sendistova í Washington á heysti 2024.

Ein partur av átakinum er, at Uttanríkistænastan og nýggja sendistovan í Washington skipa fyri eini VIP móttøku og døgurða 11. apríl 2024 í Scandinavia House, har Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, verður vertur. RÆST fer at borðreiða við brellbitum við føroyskum rávørum, og Eivør hevur eina tónleikaframførslu.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, letur upp føroysku listaframframsýningina í Scandinavia House 13. apríl, tá eisini Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavninum og føroysk listafólk verða til staðar.

Scandinavia House
Scandinavia House: The Nordic Center in America er fremsta norðurlendska mentanarhúsið í USA, og húsast á Park Avenue á Manhattan. Húsið lat upp í ár 2000 og hevur framsýningar, tiltøk og annað, ið varpar ljós á norðurlendska mentan. The American-Scandinavian Foundation (ASF) eigur og rekur Scandinavia House. Felagsskapurin varð stovnaður í 1911, og hevur til endamáls at fremja mentanarlig sambond millum USA og Norðurlond.

Sí meira kunning um Scandinavia House og American-Scandinavian Foundation á www.scandinaviahouse.org

You may also like