Fimm fingu heiðurstekin Tórshavnar býráðs

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 10 måneder ago
Updated 2023/08/14 at 8:18 PM

Ingigerð á Trøðni varð heiðrað fyri sítt virksemi innan ferðavinnu, Ólavur Jøkladal fyri slóðbrótandi virksemi innan tónleik, og Jens Hansen, Edvard Kjeld og Heini Eysturoy vórðu heiðraðir fyri teirra virksemi fyri Havnar Bjargingarfelag í mong ár.

Heiðurstekin Tórshavnar Býráðs er heiðurstekin, ið verður latið starvsfólki, ið hava verið í tænastu hjá Tórshavnar kommunu í 30 og 40 ár, umframt borgarum, ið hava sýnt serligt hegni ella hava laðað týðandi varðar eftir seg á lívsleiðini. Borgari, sum hevur gjørt eitthvørt serstakt kommununi at gagni, kann fáa gullheiðurstekin, og heiðursbræv, sum lýsir, hví viðkomandi fær heiðursteknið.

Tað er ein nevnd, sum er sett saman við umboðum fyri meiriluta og minniluta í býráðnum og kommunustjóranum, sum eftir skrivligum tilmælum ger av, hvør borgari skal hava heiðurstekin. Í skrivliga tilmælinum skal í stuttum greiðast frá lívssøguni hjá borgaranum, og grundgevast skal fyri, hví mett verður, at borgarin skal hava heiðurstekin.

Nevndin hevur á seinasta fundi gjørt av, at fylgjandi persónar skulu fáa heiðurstekin Tórshavnar býráðs:

Jens Hansen

Jens Hansen hevur verið virkin í Havnar Bjargingarfelag síðan síðst í sjeytiárunum og er enn virkin í felagnum. Jens varðar av dronutoyminum.

Samanumtikið hevur Jens Hansen í áravís ólønt brúkt tíð og orku uppá sera týdningarmiklar uppgávur í Havnar Bjargingarfelag, sum hava stóran týdning fyri bæði havnarfólk, Tórshavnar kommunu og føroyingar sum heild.

Fyri sjálvbodna arbeiðið í Havnar Bjargingarfelag verður Jens Hansen heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.

Edvard Kjeld

Edvard Kjeld hevur verið virkin í Havnar Bjargingarfelag síðani síðst í sjeytiárunum og er meira ella minni virkin enn. Edvard hjálpir til, tá tørvur er á tí.

Samanumtikið hevur Edvard Kjeld í áravís ólønt brúkt tíð og orku uppá sera týdningarmiklar uppgávur í Havnar Bjargingarfelag, sum hava stóran týdning fyri bæði havnarfólk, Tórshavnar kommunu og føroyingar sum heild.

Fyri sjálvbodna arbeiðið í Havnar Bjargingarfelag verður Edvard Kjeld heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.

Heini Eysturoy

Heini Eysturoy hevur verið virkin í Havnar bjargingarfelag, síðani hann var tannáringur. Hann tók millum annað lut í at bjarga smábátum eftir ódnina í 1984 og hevur verið virkin í felagnum síðani – undantikið lestrarárini í Danmark.

Heini Eysturoy er framvegis skipari á Rescue Lív.

Samanumtikið hevur Heini Eysturoy í áravís ólønt brúkt tíð og orku uppá sera týdningarmiklar uppgávur í Havnar Bjargingarfelag, sum hava stóran týdning fyri bæði havnarfólk, Tórshavnar kommunu og føroyingar sum heild.

Fyri sjálvbodna arbeiðið í Havnar Bjargingarfelag verður Heini Eysturoy heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.

Ólavur Jøkladal

Ólavur Jøkladal hevur alt sítt lív verið virkin innan tónleikalívið í Havn. Serliga á kórpallinum hevur hann verið slóðbrótandi og ein fyrimynd fyri mong.

Sum kórleiðari hevur Ólavur Jøkladal umboðað Havnina og Føroyar væl og virðiliga, innan- sum uttanlands. Hann var kórleiðari hjá Ebenezerkórinum í útvið 30 ár, og hevur eisini stovnað Tórshavnar Kamarkór og kórið Aurora Borealis, har hann var kórleiðari.

Harumframt hevur Ólavur verið organistur í fleiri ár, bæði í brøðrasamkomuni og í fólkakirkjuni, og hevur eisini verið við til at menna føroysku palllistina.

Sum tónaskald hevur hann framleitt fleiri verk, smíðað song- og sálmaløg, gjørt útsetingar, o.s.fr. Ólavur hevur nýtt sínar gávur til at tæna fólksligu mentanini, bæði í Føroyum, og ikki minst í Havn, har mong hava fingið gagn av tónlistarligu gávum hansara, og hava notið væl av hansara stóru vitan um tónleik og sang.

Fyri sítt drúgva og slóðbrótandi íkast til tónleika- og mentanarlívið í Havn, verður Ólavur Jøkladal heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.

Ingigerð á Trøðni

Ingigerð á Trøðni er ein av teimum, sum sá ferðavinnuna, tá hon næstan ikki var har og hevur sanniliga gjørt sítt til, at ferðavinnan í Føroyum fór at spíra og til at høvuðsstaðarkommunan í dag hevur eitt fjølbroytt úrval av ferðavinnutilboðum, sum bæði føroyingar og útlendingar njóta væl av.

Ingigerð á Trøðni var leiðari á Kunningarstovuni í 26 ár, til hon í 2011 fór frá vegna aldur, og var eitt av undangongufólkunum í Gongufelagnum í Havn og felagnum Tórshavn.

Henni dámdi væl at greiða ferðafólkunum frá møguleikunum í Tórshavnar kommunu, og mong eru tey, sum gjøgnum ár og dag hava fingið eitt gott ferðaminni heim við sær.

Umframt hevur hon eisini virkað við til, at miðbýurin var livandi við tiltøkum sum t.d. Mentanarnáttini og Jól í Miðbýnum.

Fyri sítt drúgva og trúgva íkast til at menna ferðavinnuna og miðbýin í Tórshavnar kommunu verður Ingigerð á Trøðni heiðrað við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.

Annika Olsen et al. posing for a photo

Annika Olsen et al. holding a plaque

Annika Olsen et al. holding a plaque

Annika Olsen et al. holding a plaque

a group of people sitting around a table

Kelda & myndir: torshavn.fo

Share this Article