Smáskótadagurin varð settur á Trappuni í Vágsbotni í morgun, har borgarstjórin beyð skótum úr øllum landinum vælkomnum til Havnar. Hópur av tiltøkum eru allan dagin.
Heðin Mortensen, borgarsjtóri, byrjaði við at bjóða øllum vælkomnum á trappuna í Vágsbotni. Sjálvur er hann skóti, so hann legði fyri við at staðfesta: Einaferð skóti, altíð skóti – og onki er so satt sum tað.
– Eg havi verið skóti síðan eg var smádrongur og minnini eru bara góð. Eg minnist aftur á skótatíðina við gleði og takksemi. Allar fundirnar, sum styrktu samanhaldið og skaptu vinarløg, sum hava vart alt lívið. Eg minnist ferðir í haga og á fjøllum kring landið, summarlegur, legubál og frálík vikuskifti, sum kveiktu kærleika til náttúruna.
– Skótarørslan ger eitt veldugt samfelagsligt arbeiði, sum hevur stóran týdning fyri uppalingina av børnum og ungum, tí sum vit vita, er skótaarbeiðið tætt knýtt at náttúruni. Skótar ferðast nógv í haga og á fjøllunum og læra at virða og hugsa seg væl um í náttúruni. Teir ganga undan sum góð fyridømi fyri onnur, og tað er góð barlast at hava seinni í lívinum, tá tit blíva vaksin.
– Vit í Tórshavnar kommunu, vit elska skótar. Vit fegnast hvørjaferð skótarnir skipa fyri tiltøkum í býnum. Og vit fegnast um at síggja ungdómin brúka tíð uppá skótavirksemi, heldur enn so nógv annað. Í dag fara tit ordiliga at hugna tykkum. Fyrst her á trappuni, gera spøl, í kirkju, postarenning, føðingardag hjá KFUK og leirbál. Tit eru ordiliga nógv, tí allir skótabólkar í landinum eru bodnir við.
– Um eina løtu fara tit inn í Havnar kirkju til eina gudstænastu, og fáa góð orð frá presti um dagin í dag. So byrjar postarenningin. Kappingin fer at vísa tykkum runt í gamla býnum, har tit fara at síggja søgulig støð úti á Reyni, í Tinganesi – og tit fara eisini niðan á Galaðsheygg, har eg búgvi.
– Og vita tit hví tað eitur Gaðsheyggur? Uppi á Glaðsheyggi glaðaðu tey í gomlum døgum – tað merkir, at har brendu tey bál at geva boð um ymiskt, t.d. tá tað var grind, ella tey sendu boð eftir lækna. Eg fari at ynskja tykkum allarbestu eydnu við degnum og fari samstundis at ynskja KFUK-skótunum hjartaliga tillukku við 95 ára degnum. Takk fyri at tit skipa fyri og takk fyri, at tit bjóða øllum skótum við til Havnar.
– Ein skóti hevur stóran týdning á okkara døgum. Skótin er sannførdur um týdningin av, hvussu vit fara við umhvørvinum. Ein skóti samskiftir og mennir gott samstarv. Ein skóti dugir at uppføra seg. Ein skóti mennir seg gjøgnum felagsskap og avbjóðingar.
– Hetta eru alt eginleikar, okkum tørvar í dagsins samfelag. Kanska meira nú enn nakrantíð. Eg fari vegna Tórshavnar kommunu – og persónliga sum gamal skóti – at ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku og bestu eydnu við degnum.
– Takk fyri tykkara ídni og innsats, góðu børn og vaksin. Góðan Kristi Himmalsferðardag. Hervið er smáskótadagurin settur, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.
.
Keld & myndir: torshavn.fo