Home Politikkur Fyrsti fundur í felagsnevndini sambært semjuskjalinum millum Føroyar og ES um styrkt samstarv

Fyrsti fundur í felagsnevndini sambært semjuskjalinum millum Føroyar og ES um styrkt samstarv

by Lagt út ÓML

    

Fyrsti fundur í felagsnevndini sambært semjuskjalinum millum Føroyar og ES um styrkt samstarv

Fyrsti árligi felagsnevndarfundurin undir semjuskjalinum millum Føroyar og ES um styrkt samstarv varð hildin í Brússel í gjár. Semjuskjalið, ið løgmaður og ES-nevndarforkvinnan undirritaðu í Tinganesi 14. mars, skipar ein karm fyri samstarvið millum Føroyar og ES og hevur til endamáls at menna viðurskiftini millum partarnar enn meira. Karmurin kemur afturat verandi formliga samstarvinum á m.a. handils-, fiskivinnu- og granskingarøkinum.

Á fundinum fegnaðust bæði Føroyar og ES um nýggja leistin og løgdu dent á at finna loysnir á týðandi samstarvsøkjum, m.a. um ferðavinnu; arktisk viðurskifti; veðurlagsbroytingar, umhvørvi og orku; gransking og nýskapan; útbúgving og mentan; matvørutrygd- og tilbúgving; fiskivinnu; handil; og skattamál.

Meðan samskiftið um summi av hesum økjunum longu er í tryggari legu, eru góðir møguleikar fyri at menna samstarvið á fleiri økjum. 

Mynd: Nakrir av fundarluttakarunum.

Kelda & mynd: her

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More