Home Fólk og Samfelag Órógv á Skálagarði í Klaksvík

Órógv á Skálagarði í Klaksvík

by Lagt út ÓML

Í hesum samband hevur løgtingskvinna úr Norðoyggjum sett frám fleiri fyrispurningar í tinginum, sum kunnu lesast her.

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna Svarari:Sirið Stenberg, landsstýriskvinnaí almanna- og mentamálum

Evni:Skálagarður

Spurningar:

1.Hvørjar ætlanir hevur landstýriskvinnan við heiminum fyri seinheilaskadd, Skálagarði,í Klaksvík?

2.Hvussu nógv búfólk eru á heiminum dags dato?

3.Hvussu nógv av hesum hava fingið fastan bústað á heiminum?

4.Hvussu nógv búgva har í eitt longri tíðarskeið?

5.Hvussu nógv koma á heimið til umlætting í eitt styttri tíðarskeið?

6.Er nakar bíðilisti at sleppa á heimið og í so fall, hvussu langur er bíðilistin?Viðmerkingar:Tað var ein stórur dagur,tá skjøtul bleiv settur á Skálagarð.

Sjálv var eg landsstýriskvinna tá, og var stjórin á almannaverkinum, Edvard Heen,ein eldsál fyri at fáa Skálagarð til veruleika.

Og enn størri dagur tá núverandi landsstýriskvinna, Sirið Stenberg, opnaði heimið. Tí nú kundufólk undir 67 ár við seinheilaskaða loksins fáa tilboðið roknað júst til teirra tørv.

Hetta sum tey so leingi høvdu bíðaðeftir. Vit minnast, áðrenn Skálagarður kom, hvussu mann dag og dagliga hoyrdi í fjølmiðlunum, at tilboð til fólk við seinheilaskaða manglaði. Liðugt viðgjørdir sjúklingar upptóku pláss á sjúkrahúsunum,tí tey høvdu ongastaðni at fara, tí onki tilboð var til hesi. Ja, tørvurin var ovurhondsstórur.

Við Skálagarði lótu slóðbrótandi møguleikar seg upp,og lunnar vóru lagdir undir depilin til fólk við seinheilaskaða. Men øll avbjóðingin kundi ikki loysast við Skálagarði sæð í ljósinum av, at tað var brúk fyri enn fleiri bústøðum. Bíðilistin var so ómetaliga langur, samstundis sum vit vita, at tað leggjast fleiri fólk afturat á hvørjum ári, sum verða rakt av seinheilaskaða.Tí er tað sera áhugavert at fáa at vita, hvussu gongur við Skálagarði, og um hann livir upp til endamálið. Sum skilst standa enn fleiri íbúðir tómar. Tí síggi eg tað sum alneyðugt og áhugavert at fáa at vita, hvussu støðan er við Skálagarði í dag,og um ongin bíðilisti er meira.

Á Løgtingi,20. juni 2024 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Skrivligurfyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari:Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna

Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna-og mentamálum

Evni: Starvsfólka-og leiðsluviðurskifti á Skálagarði

Spurningar:

1.Eru starvsfólk úr øðrum londum komin at arbeiða á Skálagarði hesar seinastu vikurnar?

2.Er tað rætt, at partur av Skálagarði verður brúktur til íbúð til arbeiðsfólk, sum eru komin úr øðrum londum at arbeiða á Skálagarði?

3.Nær kann væntast,at ósemjanmillum leiðaran á Skálagarði og Almannaverkiðverður loyst, soleiðis at búfólk og starvsfólk á stovninum fáa ein tryggan og virðiligan gerandisdagaftur?

Viðmerkingar:

Tað var ein stórur dagur,tá skjøtul bleiv settur á Skálagarð. Sjálv var eg landsstýriskvinna tá, og var stjórin á almannaverkinum ein eldsálfyri at fáa Skálagarð til veruleika. Og enn størri dagur tá núverandi landsstýriskvinnaí almanna-og mentamálumopnaði heimið. Tí núkundufólk undir 67 ár við seinheilaskaða loksins fáa tilboðið roknað júst til teirra tørv.Hetta sum tey so leingi høvdu bíðaðeftir.Tí er tað sera áhugavert at fáa at vita, hvussu gongur við Skálagarði, og um hann livir upp til endamálið.Ognúfrættist manna millum,at arbeiðsfólk seinastu vikurnar eru komin úr øðrum londum at arbeiða á Skálagarði,og at hesi arbeiðsfólkini eisinibúgva á Skálagarði. Tí síggi eg tað sum alneyðugt og áhugavert at fáa at vita, hvussu arbeiðs- og starvsfólkaviðurskiftini eru á Skálagarði,tí uppruna endamálið við Skálagarði var bútilboðtil fólk undir 67 ár við seinheilaskaða, og ikki til tey, sum arbeiða á Skálagarði.

Sum skilst eru onkrar ósemjur millum leiðaran á Skálagarði og Almannaverki í løtuni. Brúkarar og tey,sum búgva á Skálagarði,rópa varskó á sosialu mmiðlum um at fáa ein vanligan gerandisdag aftur,og at leiðarin skal koma til arbeiðis sum skjótast, tí íkomna støðan eri kki virðilig. Tí er eisini átrokandi,at ósemjan verður loyst, soleiðis at tey, sum búgva á Skálagarði,fáa ein vanligan dag aftur. Havandi í huga, at hetta er teirra heim.

Á Løgtingi,20. juni 2024 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

You may also like