Stuðul til føroyska handarbeiðsmentan

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 måned ago
Updated 2024/06/14 at 2:19 PM
Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Fæst tú við handarbeiði og/ella føroyska handarbeiðsmentan, so ber til at søkja úr Minnisgrunni Sonnu av Skarði.

Endamálið hjá grunninum er at menna og lívga føroyskum handarbeiði, føroyskari handarbeiðsmentan og at veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 18.juli 2024.

Umsókn við upplýsingum um útbúgving og framtíðarætlanir í tóvirkisútbúgving skal sendast til Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, FO 110 Tórshavn ella á torshavn@torshavn.fo

Merkið umsóknina “Minnisgrunnur Sonnu av Skarði”.

Meira fæst fæst at vita um stuðulin við at venda sær til Jákup Simonsen, ráðgeva, telefon 302010.

Kelda: torshavn.fo

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *