Ferðsluvanlukkan hendi um kvøldið tann 19. august 2022 á Jóannesar Paturssonargøtu í Tórshavn. Ein 75 ára gamla maður var ávegis yvir um vegin við ein gonguteig, tá ið hann var árendur. Blóðroyndir, ið vóru tiknar av ákærda, vístu, at ákærdi hevði eitt hækkað virðið av THC í blóðinum, ið er mett sum verandi vandamikið fyri ferðslutrygdina.
Føroya Rættur viðgjørdi málið í vikuni, og kom dómsmannarætturin í dag fram til, at 19 ára gamli maðurin skuldi dømast eina fongsulsrevsing á 1 ár og 4 mánaðir, har 4 mánaðir vóru gjørdir treytaleysir. Maðurin var eisini dømdur eitt koyriforboð og skal fremja 200 tímar samfelagstænastu og verða undir eftirliti av Kriminalforsorgini í royndartíðini.
Maðurin móttók dómin.
Kelda: politi.fo