Fjølmentanarvikan fagnar mentanarliga margfeldinum

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2022/10/17 at 2:18 PM
Fjølmentanarvikan fagnar mentanarliga margfeldinum

– Tá vit í dag fara út at eta í Havnini, hugsa vit lítið um, at karry er suðurasiatiskt blandingskrydd og at pipar upprunaliga kom úr Malabar.  Sum nakað púra nátúrligt sita vit og eta hummus, feta, kebab, shawarma, pizza og mangt annað, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, til móttøkuna á Fjølmentanarvikuni í Norðurlandahúsinum.

– Vit geva okkum als ikki far um, at tað vit uppliva, í veruleikan er ein kulinarisk fjølmentan. Mentan, vit sum nakað heilt nátúrligt gjøgnum árini hava tikið til okkum, og sum vit fegnast um. Við fjølmentavikuni fara vit bara eitt stig víðari. Vit fagna mentanarliga margfeldinum á ymiskan hátt, til dømis við matfagnaði, tónleiki, list, ítrótti, kunning, søgum og upplivingum.

– Fjølmentanarvikan er sostatt ein fagnaður til frama fyri allar tær ymisku mentanir, ið eru í Føroyum. Og tað er ikki smávegis – vit hava fólk búgvandi úr 111 ymsum londum. Øll hesi koma til Føroya við serstøkum útbúgvingum og ymsum og fjølbroyttum royndum.

– Okkara vón er, at við áhaldandi tiltøkum sum hesum, kunnu vit øll fáa atgongd til meira vitan og royndir á mongum økjum, sum okkara samfelag kann njóta væl av. Og sum vit øll gerast klókari av. Endamálið við Fjølmentavikuni er at varpa ljós á og fagna júst hesum mentanarliga margfeldi í Føroyum.

– Tórshavnar kommuna og Útlendingastovan samstarva um tiltakið, og vit vóna, at kommunur, frítíðarfelagsskapir, skúlar, áhugafeløg, fyritøkur og einstaklingar fara at luttaka hesar dagarnar. Vit enda við einum spennandi felagstiltaki í Havn tann 21. oktober.

– Vit settu ferð á intagratiónstiltøkini fyri nøkrum árum síðan við Tórshavnar Kvøldskúla. Kvøldskúlin er í dag í stóran mun ein skeiðsdepil. Og serliga føroysktfrálæran til okkara nýggju útlendsku borgarar hevur glett okkum í kommununi avbera nógv.

– Tilflytarar hava her lært føroyskt mál og føroyska mentan. Og tað er í sjálvum sær heilt einastandandi at síggja, hvussu stóran týdning hetta hevur havt fyri trivnaðin og møguleikan hjá hesum borgarum at trívast og fáa møguleikar á arbeiðsmarknaðinum. Øll hava áhuga at víðka sín sjónarring. Flestu hava eisini áhuga í sosialari samveru og at betra sín førleika í ymsum, sum kann gera teimum gerandisdagin lættari.

– Og sum tað er stuttligt at hoyra, at fólk, sum bara fyri nøkrum mánaðum síðan stóðu púra hjálparsleys og hvørki skiltu føroyskt mál ella mentan, nú bæði kunnu samskifta málsliga, luttaka á arbeiðsmarknaðinum – og harvið hava fingið eitt nátúrligt pláss í okkara gerandisdegi og mentan.

– Og nú fara vit eitt stig víðari. Vit hava gjøgnum undirvísing í mentan og mál givið teimum lykilin til okkara mentan og samfelag. Nú fara vit at lata tey oysa av teirra vitan og royndum, ið vit sum kryddurtir fara at taka til okkum og gera til ein nátúrligan part av okkara fjølbroytta gerandisdegi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Kelda og mynd: torshavn.fo – 15 okt. 2022

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *