Dagstovnurin við Stórheygg er ársins grøni stovnur

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2022/10/17 at 2:10 PM
Jóna Guttesen, leiðari á Dagstovninum við Stórheygg

Hugla hevur í dag handað Dagstovninum við Stórheygg í Hósvík heiðurin “Ársins grøni stovnur”

Hugla er ein áhugafelagsskapur, ið hevur til endamáls at hava umsorgan fyri og hjúkla um menniskju og umhvørvi. Tey hava skipað fyri fleiri endurnýtslu verkætlanum á stovnum og skúlum.

Herfyri bjóðaði Hugla til kapping um at gerast ársins grøni stovnur og skúli, og í dag bleiv kunngjørt at Dagstovurin við Stórheygg í Hósvík fekk heiðurin at vera ársins grøni stovnurm.

Grundgevingin fyri at geva Dagstovninum við Stórheygg heiðurin er:

Á stovninum ynskja tey at sleppa undan plastposum og hava tí seymað toynet úr endurnýtslu. Tey hava láninet til foreldur, øll børnini hava hvør sína kovboytasku, sum er seymað úr gomlum buksum, og so eru eisini fjøruposar tá tey fara oman á sand, tí har er ymiskt at finna, sum verður brúkt at skapa úr. Tey taka rusk upp, sum tey finna í náttúruni, og skilja rusk á stovninum. Stovnurin hevur sankutøð, fær pappír sum ikki kann brúkast til prent, at tekna á, og nýta eisini papperkir til spæl og kreativitet. Tey brúka ymiskt endurnýslutilfar at skapa úr, og sáa ymiskt í mjólkapakkum. Innbúgv v.m. verður keypt í endurnýtslu handlum alt tað sum verður gjørt, hevur stóran týdning, og er við til at menna eina umhvørvisvinarliga mentan, sum børnini kunnu bera víðari.

Kelda og mynd: snuda.fo 14.10.2022

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *