Home Uncategorized Vitjan úr Grønlandi

Vitjan úr Grønlandi

by Lagt út ÓML

Fyrrapartin var Stine Egede, borgarstjóri í Kujalleq kommunu í Grønlandi, á vitjan hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

Eisini vóru embætisfólk úr Kujalleq kommunu við á vitjanini.

Gestirnir greiddu frá um Kujalleq, ið er syðsta kommuna í Grønlandi. 11 bygdir eru í kommununi og beint omanfyri 6000 fólk búgva í Kujalleq kommunu.

Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddu frá um Tórshavnar kommunu. Eisini greiddu embætisfólk í kommununi frá um ferðavinnupolitikk og vinnupolitikk.

Kelda & mynd: torshavn.fo

You may also like

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More