Home Fólk og Frítíð Høllin í Kaldbak liðug á sumri 2024

Høllin í Kaldbak liðug á sumri 2024

by Lagt út ÓML

17 januar varð hakin settur í fyri nýggju høllini norðanfyri skúlan í Kaldbak. Talan er um eina 500 fermetra stóra høll, sum bæði verður brúkt til ítrótt og sum felagshús til onnur tiltøk.

Fitt av fólki var samankomið í Kaldbak, hóast nógva kavan, tá borgarstjórin Heðin Mortensen loysti fyrsta flagið. Umboð fyri kommunalu kaldbaksnevndina vóru eisini hjástødd.

Tað er byggifelagið ÁTS Spf við Kartin Vang, sum skal gera arbeiðið, sum skal verða liðugt á sumri í 2024.

Kaldbaksfólk hava verið sera spent uppá høllina, sum verður eitt savningarstað í bygdini, sum bæði skal brúkast til ítrótt og onnur tiltøk, eitt nú skal skúlin brúka høllina og hartil verður høllin brúkt sum eitt slag av bygdarhúsi.

Kelda & mynd: toshavna.fo 18 januar 2023

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More