Felags politiska heildarloysn á starvsfólkatrotinum – nú!

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/02/21 at 1:40 PM

Tað er ikki ein einstøk kommuna ella ein einstakur landsstýrismaður, sum kann loysa avbjóðingina við stóra starvsfólkatrotinum, eitt nú á dagstovnaøkinum. Hetta skrivar Heðin Mortensen, borgarstjóri á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu

Her eru fleiri viðurskifti, sum mugu ganga saman í eina hægri eind, og sum tí krevur, at landsstýrið, løgtingið og kommunurnar seta seg saman og finna felags loysnir.

Tórshavnar kommuna kann nógv, men ræður ikki á øllum teimum viðurskiftum, sum eru orsøk til starvsfólkatrotið og trýstið á tænastuna á einstaka stovninum.

Millum tey viðurskifti, sum mugu skipast betri, ella heilt av nýggjum í felags politiskari heildarloysn millum land og kommunu, kunnu nevnast:

  • At útbúgva fleiri dagstovnanámsfrøðingar
  • At útbúgva fleiri námsfrøðingahjálparar
  • At økja normeringarnar á dagstovnaøkinum
  • At yvirhøvur gera skipanir til tess art fáa fleiri at starvast og støðast innan økið
  • At ætlarnirnar um styttri arbeiðsviku verða viðgjørdar saman við einum tørvi á lønarlyfti til økið.
  • At gera semju um ábyrgd og fígging av hesum yvir eitt stutt áramál.

Eg taki tí við hesum stig til at bjóða Akseli V. Johannesen, løgmanni, Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, saman við embætisfólkum teirra, til fund á Vaglinum, mánadagin 20. februar 2023.

Endamálið er at fáa hetta álvarsama samfelagsmál á dagsskrá, har ábrygdarhavandi partar fremja tey átøk, ið skulu til fyri at koma burturúr verandi truplu støðu.

Málið má vera, at dagstovnaøkið hevur nóg mikið av útbúnum starvsfólki og við løn og arbeiðsumstøðum, sum lyftir alt dagstovnaøkið.

Tað skylda vit børnunum, foreldrunum, starvsfólkunum – ja, samfelagnum øllum.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri

Kelda & mynd: torshavn.fo

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *