Góð sálarlig heilsa kann setast í samband týðuligan lægri miss í framleiðslu

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 3 uger ago
Updated 2022/11/10 at 3:42 PM

Í mai 2022 skipaði Fólkaheilsuráðið fyri eini ráðstevnu, ið snúði seg um arbeiðið við ABC fyri sálarliga heilsu. Í hesum sambandi vóru fleiri danskir granskarar í Føroyum og løgdu fram um teirra arbeiði við sálarligari heilsufremjan og ABC fyri sálarliga heilsu í Danmark.

Ein av hesum var kendi granskarin frá Statens Institut for Folkesundhed, Ziggi Ivan Santini, sum út frá einum fíggjarligum sjónarmiði legði dent á, hví tað hevur alstóran týdning at leggja dent á at fremja sálarliga heilsu og ikki bert sleppa undan sálarligum trupulleikum. Nýggj gransking hjá Ziggi Santini og øðrum granskarum vísir, hvussu nógv samfelagið kann spara, um fleiri danir hava góða sálarliga heilsu.

Fleiri altjóða kanningar hava yvir tíð greina kostnaðin, ið hevur samband við ringa sálarliga heilsu, sum t.d. sálarliga sjúku, tunglyndi ella strongd. Men bert fáar kanningar hava lagt dent á tær sparingar, ið hava samband við góða sálarliga heilsu – altso eitt høgt stig av sálarligari vælveru.

“Nú vísir ein nýggj kanning – tann fyrsta av sínum slag í Danmark og ein av teimum fáu í altjóða høpi – at tað er samanhangur millum góða sálarliga heilsu og stórar sparingar fyri samfelagið í mun til lægri framleiðslumiss”, skrivar Syddansk Universitet á heimasíðu síni.

Kanningin er gjørd av granskarum frá Statens Institut for Folkesundhed og Dansk Center for Sundhedsøkonomi á Syddansk Universitet og er júst útgivin í tíðarritinum “Mental Health & Prevention”.

“Danir, sum trívast væl sálarliga, og til dømis eru bjartskygdir og hava yvirskot, hava týðuliga  færri árligar sjúkudagar enn onnur. Tess betri sálarliga heilsu, tess færri sjúkudagar, og hetta merkir at framleiðslumissurin gerst minni og harvið eru stórar sparingar fyri samfelagið” sigur høvuðsrithøvundurin, Ziggi Santini.

“Framleiðslumissur” sipar til tað fíggjarliga samfelagsliga virðið av tí arbeiði, sum fólk kundu framt, um tey ikki vóru rakt av sjúku. 

Dáta frá 2.000 dønum

Kanningin tekur støði í dáta frá 1.959 dønum í aldrinum 16-64 ár, sum høvdu arbeiði, og sum í 2019 svaraðu spurningum um teirra sálarligu vælveru. Svarini eru eftir hetta sett í samband við nakrar spurnakanningar og dáta úr skráum við upplýsingum um sjúkudagar í 2020.

Í kanningini er sálarliga vælveran hjá luttakarunum deild upp í tríggjar bólkar: ring, hampulig og góð sálarlig heilsa.

12% høvdu ringa sálarliga heilsu, 67% høvdu hampuliga sálarliga heilsu og 21% høvdu góða sálarliga heilsu.

“Hampulig sálarlig heilsa er knýtt at fimm til seks færri árligum sjúkudøgum samanborið við ringa sálarliga heilsu, ímeðan góð sálarlig heilsa er knýtt at seks til nýggju færri árligum sjúkudøgum” sigur Ziggi Santini.

Munandi sparingar

Í kanningini er tikið hædd fyri árligum sjúkudøgum fyrr, og ymiskum øðrum tættum, harímillum um luttakararnir høvdu sálarlæknaliga diagnosu.

Framleiðslumissurin fyri samfelagið, er eftir hetta roknaður út útfrá talinum av sjúkudøgum og harafturat miðallønum fyri danska fólkið. 

Útrokningarnar vísa, at fyri hvønn dana, ið hevði hampuliga sálarliga heilsu í 2019, vóru tað árið eftir ein sparing á 9-12.000 krónur í mistari framleiðlsu, tá ein samanber við framleiðslumissin fyri danir við ringari sálarligari heilsu.

Tá tað snúði seg um góða sálarliga heilsu varð talið enn hægri. Fyri hvønn dana, ið hevði góða sálarliga heilsu í 2019, vóru um 13.000-17.000 kr. at spara.

Tær samlaðu sparingarnar fyri danska samfelagið í 2020 eru eisini mettar, og hesar metingar eru sambært Ziggi Santini eisini týðuligar:

“Tá ein samanber við danir, ið høvdu ringa sálarliga heilsu, vísa okkara úrslit eina samlaða sparing á 13-17 milliardir í árligum framleiðslumissi fyri tann partin av samfelagnum, ið hevði góða sálarliga heilsu. Yvirskipað benda okkara úrslit á, at framleiðslumissurin verður lægst, tá sálarliga vælveran er á tí hægst møguliga stiginum. Altso tess betri sálarliga heilsu, tess minni missur í framleiðslu.”

Ein góð íløga

Professari Kim Rose Olsen frá Dansk Center for Sundhedsøkonomi (DaCHE) við SDU er samhøvundur í kanningini. Sambært honum gevur kanningin nýggja kunning, sum hevur týdning  bæði innan almenna og privata geiran:

“Um íløga í sálarligari heilsu og trivnaði á donskum arbeiðsplássum av álvara skal økjast, skal fíggjarligi vinningurin gerast sjónligur. Í Danmark manglar interventiónsgransking, ið skjalprógvar, at trivnaðarátøk hava ávirkan á framleiðslustøði, men verandi  altjóðað interventiónskanningar, sum hava kannað um átøk gera mun, vísa, at framleiðlsuvinningurin kann vera rættiliga stórur, og at tað veruliga kann vera ein góð íløga at betra um og styrkja sálarligu heilsuna og trivnaðin hjá starvsfólki” sigur Kim Rose Olsen.

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *