Í dag landaði útróðrarbáturin NAKKUR hjá NFCS í Klaksvík, hann hevði roynt á Føroya Bank
Menn komu á støð og skiparin helt fyri at hetta var góður toskur og var hann ikki rak. Hetta vóru menn samdur um, og sjálvt um toskurin ikki er eins val í holdum sum um heystið, so sær fiskurin gott út. Teir høvdu góð 9000 pund at stórum toski og 1 slánur var fingin á bankanum. Men útivur hendan slánin var tað bara yvirvaksin toskur.
Myndir síggjast her. Toskur av Føroya Banka 2 juni 2026