Kommunuálit hava lagt upp til tað, og royndirnar seinastu áratíggjuni hava staðfest, at kommunurnar megna best at røkka út og at kenna sínar borgarar, og tí liggja flestu borgaravendu tænasturnar best hjá kommununum. Sum býráðslimur vil eg tí vísa á, at tað verður eitt afturstig fyri tænastu, vælveru og trygd borgarans, um farið verður aftur at sentralisera hesar tænastur.
Í vikuni steig Liljan Weihe, løgtingslimur, fram á torg og vísti á, at kanning hjá løgtingsins umboðsmanni í mars í fjør staðfesti, “at Barnaverndartænasturnar kring landið ikki halda ásetingar í barnaverndarlógini”, og hesa fráboðan brúkti løgtingslimurin sum grundarlag fyri at mæla til at “endurskoða barnaverndarøkið”.
Eg vóni ikki, at eitt ynski um sentralisering liggur aftan fyri hesa útsøgn frá løgtingsliminum, men tá hon vísir á, at tað eru barnaverndartænasturnar “kring landið”, sum eru trupulleikin, og samstundis fer so langt sum at mæla til endurskoðan av allari skipanini, er skjótt til, at ein sentralisering kann fara at verða heiligvágurin, sum løgtingslimir fara at royna at fáa ígjøgnum.
Vit, sum hava politiskar royndir í kommunala geiranum, eru nátúrliga tilvitaðir um tær afturvendandi royndirnar at sentralisera, sum frá tíð til aðra koma frá landsins síðu. Aloftast er tað embætisverkið hjá landinum, sum stendur aftan fyri hesar royndir, men viðhvørt kemur tað frá landspolitikarum.
Eitt feskt dømi um hetta upplivdu við stutt eftir, at núverandi landsstýrissamgonga tók við. Tá tók umsitingin í Heilsumálaráðnum brádliga fram eitt gamalt uppskot um at taka ábyrgdina av kommunulæknahølunum frá kommununum og leggja hesa ábyrgd undir landið, tí tað skuldi vera so nógv betri. Einki haldgott grundarlag vísti seg tó at vera undir hesi ætlan, tí bæði Tórbjørn Jacobsen, kommunufelagsformaður, og Marjus Dam, formaður í kommunulæknafelagnum, vístu á, at júst parturin hjá kommununum í kommunulæknaskipanini er tann best røktað av øllum, meðan tað er landið, sum haltar aftaná á teimum økjum, sum tað hevur ábyrgdina av.
Sjálvandi skulu vit taka í álvara tey ónøktandi viðurskifti, sum Løgtingsins Umboðsmaður vísir á, og gera tær neyðugu broytingarnar av mannagongdum v.m., bæði á barnaverndarøkinum og øllum øðrum ábyrgdarøkjum, men haðani og til at mæla til endurskoðan av allari barnaverndarskipanini er eitt rímiliga langt lop.
Sum fyrrverandi borgarstjóri og núverandi býráðslimur í Klaksvíkar býráð vil eg mæla til at gera allar tørvandi broytingar av mannagongdum v.m. og harvið styrkja skipanina, men eg vil staðiliga mæla løgtinginum frá at sentralisera bygnaðin fyri barnaverndarøkið, og grundirnar til tað eru góðar!
Kommunurnar hava raðfest
málsøkini, tær hava yvirtikið
Royndirnar av at lata kommunurnar yvirtaka málsøki frá landinum hava nevniliga víst, at kommunurnar mangan eru betri enn landið til at taka sær av sínum borgarum.
Eitt nú eru kommunurnar nærri sínum borgarum og hava harvið betri fortreytir fyri at kenna teir og teirra tørvir og avbjóðingar.
Hetta hava kommunurnar víst í verki innan fleiri málsøki, harav eg her skal nevna nøkur.
Dagstovnaøkið
Til ár 2000 var ábyrgdin av dagstovnaøkinum tvíbýtt millum landið og kommunurnar. Ein skipan, sum als ikki gav borgarunum nakra nøktandi tænastu. Talið av dagstovnum, m.a. her í Klaksvíkar kommunu, var sera lítið, og økið var sum heilt raðfest ógvuliga lágt.
Men við dagstovnalógini frá 2000 varð ábyrgdin og umsitingin av hesum týðandi málsøki løgd út á kommunurnar, og nú gjørdist raðfestingin av hesi borgaratænastu ein heilt onnur. Talið av dagstovnum fleirfaldaðist, snøgt sagt, tí kommunurnar kenna sínar borgarar og vilja raðfesta tænasturnar til hesar.
Barnaverndarøkið
Í 2006 varð barnaverndarøkið dagført, og høvdu kommunurnar, umvegis Kommunufelagið, ein sentralan og virknan leiklut saman við landinum í fyrireikingunum av tí bygnaði, sum landsstýrið mælti til, og løgtingið síðan samtykti.
Sum borgarstjóri legði eg til merkis, hvussu væl barnaverndartænasturnar kring landið samstarva og verða samskipaðar av Barnaverndarstovu Føroya, har øll økini kring landið eru umboðaðar og javnan møtast til at samstarva, menna og dagføra sínar mannagongdir.
Í høvuðsheitum er talan um eina góðan bygnað, tí hann varðveitir nærleikan, sum barnaverndar-tænasturnar kring landið hava, samstundis um hon inniheldur eina sentrala Barnaverndarstovu og meginbarnavernd, har tey tyngru málini verða viðgjørd og avgjørd.
Eisini á hesum øki hendi ein munandi uppraðfesting við bygnaðinum, sum varð samtyktur við lóg í 2006. Einki er fullkomið, og sjálvandi skulu brek og manglar í skipanini takast upp og rættast, men skipanin og bygnaðurin er grundleggjandi góður, tí hann røkkur út til allar partar av landinum, kjølfestur í kommununum, samstundis sum han hevur nakrar meginfunktiónir sentralt.
Eldraøkið
Triðja málsøkið, sum eg her vil nevna sum dømi um, at kommunurnar eru tær bestu at røkja tær borgaravendu uppgávurnar, er eldraøkið, sum við lógum frá 2014 varð lagt út til kommunanna ábyrgd og umsiting.
Her eru avbjóðingarnar sera stóran og krevjandi, men her mugu vit ikki gloyma, at tá ið kommunurnar yvirtøku eldraøkið, arvaðu tær eitt ómetaliga nógv forsømt og lágt raðfest málsøki.
Eg var sjálvur borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, tá ið kommunurnar yvirtóku eldraøkið, og eg tori at siga, at vit tóku og taka framvegis uppgávuna í størsta álvara. Síðan yvirtøkuna av eldraøkinum, hevur Klaksvíkar kommuna uppraðfest hetta eldraøkið munandi og økt sína árligu játtan við uml. 10 mió. kr.
Hesin innsatsur hjá kommununum kann ikki samanberast við tann ónøktandi innsats, sum landið frammanundan vísti á eldraøkinum, og tíverri eisini sum heild vísir innan slík málsøki, ið snúgva seg um tænastur til borgararnar.
Eg vil tí staðiliga ávara ímóti sentralisering av barnaverndartænastunum kring landið og øðrum týðandi borgaratænastum, tí hesar liggja best hjá kommununum, sum eru bestar til at veita borgarum tænastur.
Klaksvík, 23. januar 2024
Jógvan Skorheim
Klaksvík