Viðvíkjandi heimleysum og skilhaldi í Steinatúni

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 måneder ago
Updated 2022/11/29 at 11:20 PM

Dagur og Vika viðgjørdi í gjárkvøldið viðurskiftini í Steinatúni, hetta serliga við atliti at ávisum borgarum, sum hava víðfevndar sosialar avbjóðingar, ofta nevnd heimleys. Innslagið gav skeiva fatan av tí, sum Tórshavnar kommuna ger, bæði fyri tey heimleysu og tey vitjandi og virksemið annars í Steinatúni. Kommunan skal tí koma við hesi rættleiðing.

At Tórshavnar kommuna ger avtalu við privat ansingarfelag at ansa fólki er ikki nakað nýtt. Fyrsta avtalan av slíkum slag varð gjørd í 2013 fyri at lætta um hjá starvsfólki og húsavørðum hjá kommununi. Serliga varð hugsað um at verja børn og fólk annars, umframt at tryggja skilhald og reinhald í økinum.

Hetta umfatar millum annað at flyta drukkin og ávirkað fólk burtur, tá tørvur er á tí, og at rudda upp eftir teimum.

Herberg og hitastova

Heimleys er ikki nýtt fyribrigdi í Føroyum og lóggáva á økinum er bert lutvíst til staðar. Almannamálaráðið fíggjar í hesum sambandi part av rakstrinum hjá Herberginum hjá Frelsunarherinum og Umsorganarheiminum hjá Bláa Krossi, men tað er oftast bert náttarvist.

Tað vil siga, at almenna skipanin loftar ikki hesum borgarum í dagtímunum. Fyri at bøta um hetta og fyri skilhaldið í miðbýnum hevur kommunan sjálvboðið havt ymsar loysnir við hitastovum og tilhaldsstøðum í miðbýnum.

Síðani 2013 hevur kommunan sambært avtalu við Frelsunarherin latið fígging til rakstur av hitastovu, sum so varð gjørd í túninum hjá Herberginum við Dalavegin.

Endamálið er at geva heimleysum eitt hóskandi tilboð í dagtímunum, har tey kunnu fáa nærveru og umsorgan undir skipaðum umstøðum. Avtalan er hjáløgd.

Hetta kom ikki fram í innslagnum, ei heldur, at kommunan hesi árini hevur goldið Frelsunarherinum uml. kr. 5 mió til endamálið. Árliga hevur verið talan um upphæddir milum kr. 425.000 og kr. 500.000.

Royndirnar við núverandi hølisloysnum vísa tó, at verða forðingar settar um, at tað er ikki loyvt at drekka í hølunum, so velja tey í stóran mun heldur at seta seg úti á gøtuni í miðbýnum, har nógv onnur fólk eru savnað.

Ábyrgdin

Síðstu árini eru hendar nógvar broytingar í miðbýnum, eitt nú í Steinatúni og nærøkinum har. Ferðslan er umløgd, farstøð bygd og økið er vorðið eitt vegamót fyri alla bussferðslu og ferðslu yvirhøvur millum restina av býnum og miðbýin, har alt fleiri koma at búgva og arbeiða í framtíðini.

Føroya størsta spælipláss í Grasagarði er júst dagført og latið uppaftur. Ongin ivi skal vera um trygdina hjá serliga børnunum, tí hevur kommunan gjørt avtalur um, at privat felag tekur sær av trygdini í økinum. Trygdin á farstøðini, apotekinum, eldratilhaldinum, barnatannrøktini, Visit Tórshavn og øllum hinum hølunum skal vera lýtaleys, eins og trygdin í sambandi við bussferðsluna skal vera í hásæti.

Men tað er soleiðis, at í dagtímunum halda tey heimleysu í stóran mun til úti á gøtunum, ofta til ampa fyri bæði tey sjálvi og onnur.

Kommunan hevur tí havt fleiri fundir við skiftandi landsstýrismenn í almannamálum, tann síðsti varð í 9. juni í ár, um at fáa bøtt um viðurskiftini.

Kommunan heitti tá á landsstýrið og Almannaverkið um at taka ábyrgd og skipa dagtilboð soleiðis, at tey heimleysu kunnu vera undir skipaðum hølisumstøðum eisini í dagtímunum, og har starvsfólk eru um tey.

Kommunan hevur einki svar fingið frá landsstýrinum ella Almannaverkinum.

Tórshavnar kommuna

Kelda og mynd: torshavn.fo 29.11.2022

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *