Í alt 4 ár og 3 mánaðar treytaleys fongsulsrevsing fyri hashsmugling

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 5 måneder ago
Updated 2024/02/21 at 9:57 PM
Mynd: Føroya Rættur

Fríggjadagin fall dómur í málið um smugling av uml. 25kg. av hashi til Føroya. Teir ákærdu fingu ávikavist 3 ár og 1 ár og 3 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing.

Málið, sum var viðgjørt av einum dómsmansrætti í Føroya Rætti í síðstu viku, snúi seg í høvuðsheitum um tvey føri av smugling av hashi til Føroya. Nøgdirnar vóru ávikavist uml. 15kg. og uml. 10kg. Tveir menn blivu fríggjadagin dømdir í málinum.

Maðurin, sum fekk 3 ára treytaleysa fongsulsrevsing, var var ákærdur fyri báðar innsmuglingarnar av hashi á íalt uml. 25 kg. Maðurin var harumframt ákærdur fyri 11 onnur smærri brot á rúsevnislóggávu, m.a. sølu av amfetamini. Maðurin bleiv dømdur fyri øll brotini. Dómsmansrætturin legði í ásetingini av revsingini m.a. dent á stóru mongdina av hashi, at maðurin hevði ein avgerandi leiklut í smuglingunum, og at hann, meðan hann var avlurtaður av politinum, hevði givið til kennar, at hann var ein týdningarmikil persónur á hashmarknaðinum í Føroyum.

Hin maðurin, sum bara var ákærdur fyri smuglingina uppá uml. 15 kg., bleiv dømdur 1 ár og 3 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin varð dømdur fyri at hava viðvirkað til smugling av 10 kg. av hashi til Føroya. Dómsmansrætturin dømdi sostatt ikki mannin fyri smugling av samlaðu mongdini og legði í tí sambandi dent á, at maðurin ikki hevði havt hashið um hendi, og at hesin maðurin spældi ein minni leiklut í málinum.

Báðir teir dømdu tóku umhugsunartíð og hava sostatt 14 dagar at taka støðu til, um dómurin skal kærast.

Hashmálið, sum var viðgjørd í Føroya Rætti í síðstu viku, er sama mál, sum í oktober 2023 bleiv avbrotið orsaka av inhabiliteti.

Kelda: politi.fo 19 feb.2024

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *