Home Fólk og Samfelag Havnará letur upp

Havnará letur upp

by Lagt út ÓML

Leygardagin 22. juli verður hátíðarhald á Vaglinum í sambandi við, at verkætlanin Havnará er liðug. Tiltakið byrjar klokkan 10.00 við framsýning í Snarskivuni, har Lív Arge Simonsen vísur gamlar myndir av Havnará og umhvørvinum kring ánna. Eisini verður tónleikur, røður og morgunmatarborð.

Skráin fyri hátíðarhaldið er henda:

Kl. 10:00          Framsýning hjá Lív Arge Simonsen við gomlum myndum av Havnará letur upp í Snarskivuni.

Kl. 10:45          Havnar Hornorkestur spælir við Havnará

Kl. 11:00          Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu

Kl. 11:10          Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og teknisku nevnd, heldur røðu

Kl. 11:20          Sigtór Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, heldur røðu

Kl. 11:25          Snórurin verður kliptur á brúnni

Kl. 11:30          Havnar Hornorkestur spælir Havnar Marsjurin

Kl. 11:35          Morgunmatarborð og okkurt leskiligt til børnini

Kl. 11:35          Kim Hansen og Jens Marni Hansen við bólki spæla á pallinum framman fyri Ráðhúsinum

Til tess at fyrireika hátíðarhaldið verður parkeringsplássið á Vaglinum stongt fríggjakvøldið, meðan gongugøtan frá Sverrisgøtu og oman á Vaglið verður stongd tíðliga leygarmorgun. Væntandi verður alt latið upp aftur leygardagin klokkan 13.30. Nærri kunning um hetta fæst torshavn.fo.

Kelda & mynd: torshavn.fo

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More