Føroyar og Grønland samd um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2023

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 måneder ago
Updated 2022/12/01 at 5:55 PM

   

Føroyar og Grønland hava í gjár gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2023. Vit kunnu fiska 2.500 tons av toski komandi ár.

Føroyska svartkalvakvotan í Eysturgrønlandi hækkar við 100 tonsum, harafturat fáa Føroyar eina kvotu av kalva á 50 tons at brúka sum hjáveiðu í toskafiskiskapinum. Føroyska brosmukvotan, sum hevur verið lítið gagnnýtt seinastu árini, lækkar við 100 tonsum.

Grønlendska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi hækkar við 3.800 tonsum, umframt at atgongdin hjá grønlendskum skipum at fiska teirra NEAFC kvotu av svartkjafti í føroyskum sjógvi hækkar við góðum 3.300 tonsum.

Úrslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2023 kunnu fiska tilsamans 2.500 tons av toski í grønlendskum sjógvi við 50 tonsum av kalva sum hjáveiðu. Brosmukvotan verður samanlagt 375 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi eru 325 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi. Royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland er 500 tons. Harumframt verður møguleiki hjá føroyskum skipum at luttaka í royndarfiskiskapi eftir toski og øðrum botnfiski og -djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi.

Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2023 eru 6.500 tons av norðhavssild og 18.500 tons av svartkjafti. Eins og undanfarin ár fær Grønland atgongd at fiska ta kvotu av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað ígjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. Hetta eru 7.342 tons í 2023.

Samráðingarnar vóru á føroysku sendistovuni á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Kelda & mynd: fisk.fo

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *