Home Fólk og Frítíð Tit menna tykkum saman við ítróttinum

Tit menna tykkum saman við ítróttinum

by Lagt út ÓML

Ítróttarhandilin Intersport, sum vit eisini kenna, sum Thomas Dam Ítróttur, flutti í dag í nýggj og stásilig høli uppi á Smyrlisvegi í Havn.

Nógv fólk var samankomið í snøggu hølunum, har tað er opið millum ítróttarhandilin og handilin hjá Nema.

í røðu sínari vísti Heðin Mortensen, borgarstjóri, á, at Thomas Dam fyritøkan í fleiri ára tíggju hevur verið ein býarmynd í Havnini.

Thomas Dam fyritøkan byrjaði í 1946. Í 1980unum fóru tey eisini at selja ítróttarklæðir.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti á, at fyritøkan hevur ment seg saman við kundunum.

“Krøvini til ítrótt eru vaksin, og tí veksa krøvini eisini til tykkara, ið selja útbúna til ítróttarfólk. Men tit megna væl at fylgja við.

Vit kunnu siga, at tit hava flutt tykkum og ment tykkum saman við kundunum.

Krøvini til ítróttarklæðir eru stór í dag. Tí tað eru ikki bara klæðir, tað er eisini ein partur av tí góða úrslitinum. Vit síggja til dømis rennarar brúka serstakar skógvar, svimjarar serstakar draktir –  alt fyri at fáa betri úrslit. Og so skulu klæðini sjálvandi eisini vera snøgg og nýggjasti móti.

So tað er nógv at hugsa um hjá tykkum, sum selja vørur til ítróttin.

Men tit fylgja við, og samstundis, sum tit menna tykkara virksemið, so mennist føroyski ítrótturin.

Hondbólturin hevur spælt seg til EM og kanska eisini HM í næstum, føroyingar taka lut í OL, og um tvey ár eru Føroyar aftur vertir fyri Oyggjaleikunum.

Vit fegnast um, at tað gongur væl við ítróttinum. Men vit fegnast eisini um, at tað gongur væl við handilslívinum í Tórshavnar kommunu.”

person

person

person

person

pants

Kelda & myndir torshavn.fo 24 apríl 2024

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More