Home Uncategorized Næmingar úr Runavíkar kommunuskúla, skulu umboða Føroyar í DM í Kolding. 

Næmingar úr Runavíkar kommunuskúla, skulu umboða Føroyar í DM í Kolding. 

by Lagt út ÓML

Tað er til kappingina NextLevel, har fólkaskúlanæmingar úr 8.-10.flokki, úr øllum Danmark, Grønlandi og Føroyum, kappast um at vinna Danmarksmeistaraheitið í íverksetan. 

Bólkurin úr Føroyum er vinnarin av SkúlaFM 2024, sum varð hildið fyrr í ár. Hetta er árliga íverksetarakappingin, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Barna- og útbúgvingarmálaráðið, har ið skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.

Bólkurin, Nexum, hava eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði. NeXum kemur frá Runavíkar Kommunuskúla og stovnararnir eru; Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen, og lærarnir hjá teimum eru Súsanna Brekku og Fróði Hansen. 

Í kappingini um DM í íverksetan verður stórur dentur lagdur á at luttakararnir duga at flætta heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning upp í verkætlanirnar. Tey skulu samstundis duga at vísa á, hvussu teirra verkætlan kann verða til gagns fyri altjóða samfelagið.

Kappingin um Danmarksmeistaraheitið verður í Kolding, hósdagin 25. apríl.

Kelda & mynd iverksetan.fo

You may also like

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More