tirsdag, januar 13, 2026
Home Fólk og Samfelag Tilboð til fólk við demenssjúku í Tórshavnar kommunu

Tilboð til fólk við demenssjúku í Tórshavnar kommunu

0 comments

Fólk við demens og avvarðandi kunnu fáa ráðgeving frá Heilsu og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.

Tú kann fáa eitt gott prát, ráðgeving um hvørji tilboð eru í kommununi, vegleiðing um hvussu ein kann handfara demenssjúkuna.

Er tú demenssjúk/ur, avvarðandi hjá fólki við demenssjúku, ella kennir tú onkran, sum tú metir kann hava tekin um demens. So er tú vælkomin at seta teg í samband við kommunalu demensskipanina.

Kommunalu demenssamskipararnir hava drúgvar royndir og servitan innan demens, og kunnu tosa við teg um tína støðu, lurta, ráðgeva og vísa á tey tilboð, vit hava í kommununi.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Kommunalu demenssamskipanina, sum er at hitta á  teldupost: demensdepilin@torshavn.fo og  á  telefon 962089 gerandisdagar kl. 8.00 – 16.00

Kommunala demenssamskipanin heldur til á Demensdeplinum, Hoyvíksvegur 58.

Kelda: torshavn.fo – mynd 24.fo

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira