Home Fólk og Samfelag Hasfjord kostaði 8,7 mió.kr at útvega og 21,2 mió.kr at reka

Hasfjord kostaði 8,7 mió.kr at útvega og 21,2 mió.kr at reka

by Lagt út ÓML

Skipið varð keypt í desember 2019 fyri 3,5 mió.kr og umvælt og gjørt siglingarklárt í 2020 fyri 5,2 mió.kr. Samlaði úveganarkostnaðurin var sostatt 8,7 mió.kr. Hasfjord var í rakstri frá 2020 til 2023.

Raksturin, netto hesi fýra kostaði tilsamans 21,2 mió.kr. Rakstrarkostnaðirnir vóru lønir, olja, trygging, havnagjøld, viðlíkahald og aðrir kostnaðir. Inntøkurnar eru drignar frá fyri at koma fram til rakstur, netto.

Útveganarkostnaður:

Keyp í 2019: 3.5 mió. kr.

Umvæling í 2020: 5.2 mió. kr.

Útveganarkostnaður í alt: 8.7 mió. kr.

Rakstur, netto 2020-23:

Lønir: 10.9 mió. kr.

Olja, tryggingar, havnagjøld vm.: 5.9 mió. kr.

Viðlíkahald: 5.6 mió. kr.

Annar kostnaður: 0.7 mió. kr.

Inntøkur: -2 mió. kr.

Rakstur, netto: 21.2 mió. kr.

Skipið varð selt til upphøgging fyri 410 túsund krónur, sum er søluprísurin fyri eitt slíkt skip á hesum marknaðinum í løtuni. Tvey tilboð komu inn frá upphøggarum, eitt úr Føroyum og eitt úr Danmark.

Strandferðslan ynskti ikki at selja Hasfjord til víðari sigling og rakstur. Til tess er skipið í ov ringum standi, og tað hevði kostað stórar upphæddir at bøtt um mongu ellisbrekini.

Avgerð varð tí tikin um at leggja 48 ára gamla skipið og mæla til at selja tað til upphøgging.

Kelda & mynd ssl.fo – 21.07.2023

You may also like

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More