Home Fólk og Samfelag Heilsustarvsfólkini á sjúkrahúsum 20 prosent fleiri enn fyri tíggju árum síðani

Heilsustarvsfólkini á sjúkrahúsum 20 prosent fleiri enn fyri tíggju árum síðani

0 comments

Seinastu tíggju árini eru heilsustarvsfólk á sjúkrahúsunum farin úr góðum 15 ársverkum upp í knøpp 16 ársverk fyri hvørjar túsund íbúgvar.

Talið av starvsfólki og ársverkum á sjúkrahúsunum er gjørt upp av nýggjum frá 2010 til 2022, og er nú gjørt eftir altjóða sambærligum leisti. Uppgerðin er gjørd fyri Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Av tí at munandi partur av viðgerðum, sum føroyskir sjúklingar fáa, er framdur uttanlands, eru hesi starvsfólk og ársverk eisini tald við í uppgerðina.  Sí meira í viðmerkingunum niðast í greinini.

Uppgerðin vísir, at í 2022 eru heilsustarvsfólkini stívliga 850 ársverk av teimum tilsamans 1.300 ársverkunum á sjúkrahúsunum og fyri viðgerð uttanlands. Seinastu tíggju árini eru ársverkini hjá heilsustarvsfólkunum vaksin sløk 20 prosent.

Les meira her

Kelda & mynd: Hagstovan

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More