Tiltøk við ongum skili!

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 10 måneder ago
Updated 2023/07/23 at 8:39 PM

Undirritaði hevur mælt landsstýrismanninum, Høgna Hoydali, frá at lýsa kunngerðina, sum setur tiltøk í verk móti russiskum fiskiskipum, sum eru von at koma í føroyska havn at umskipa og/ella landa veiðina, umframt at keypa ymiskar tænastur frá føroyskum veitarum.

Virksemið hjá russiskum skipum í føroyskum havnum er alt sprottið burturúr og tengt at fiskivinnusamstarvinum við Russland.

Kunngerðin er lýst, uttan at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið (landsstýrismaðurin) veit hvussu kunngerðin skal umsitast.

Umboðsfólk og veitarar hava enn ikki fingið greitt at vita, hvussu tey skulu fyrihalda seg til kunngerðina og hvørjar veitingar tey kunnu geva russisku fiskiskipunum.

Tiltøkini raka ávísar veitarar meint og hava nógv størri ávirkan á føroyska búskapin, enn tey tiltøkini, sum nakað annað land í vesturheiminum, hevur sett í verk móti Russlandi.

Meðan tiltøkini eru oyðileggjandi fyri føroyska búskapin, gera tey ongan mun, tá tað snýr seg um at órógva ella steðga russisku krígsmaskinuni.

Tiltøkini órógva fiskivinnusamstarvið í Norðuratlantshavinum, har Russland er ein stórur leikari. Tey tiltøkini, sum fyri nógvum árum síðan, vóru sett í verk fyri at fyribyrgja ránsveiðu, verða nú slept, og farið verður aftur til tað gamla, har russisk skip umskipa á opnum havi, har tað ikki er møguligt at hava eftirlit við, hvat skipini hava í lastini.

Sostatt er vandi fyri, at uppsjóvarstovnarnir, sum eru grundsúlurnar undir føroyska búskapinum fara at kolapsað og harvið føroyska vælferðin.

Vandi er eisini fyri, at Føroyar fara at standa einsamallar, tá talan er um fiskivinnusamstarvið í Norðuratlantshavinum. Samstarvið millum Noreg og Bretland um makrelfiskiskapin, er dømið um tað, og vísur eisini, at tætta samstarvið millum Noreg og Russland á fiskivinnuøkinum, ikki er ein forðing fyri samstarvið við Bretland.

Og so hevur Noreg eitt nógv tættari samstarv um handil við bæði ES og Bretland enn Føroyar hava, hóast tætta fiskivinnusamstarvið við Russland.

Tætta samstarvið millum Russland og Føroyar um burðardygga veiðu eftir svartkjafti, kann eisini koma í vanda av tiltøkunum. Tað hevur eydnast Føroyum at fáa fulla semju í NEAFC um russiska fiskiskapin eftir svartkjafti í NEAFC-skipanarøkinum, eina semju, sum er sera týðandi fyri Føroyar, sum størsta ”svartkjaftalandið” í Norðuratlantshavinum. Eisini hetta ætlar landsstýrismaðurin at offra.

Tað er eisini undarligt, at landsstýrismaðurin ger mun á einari fiskiveiðiavtalu í NEAFC, har partarnir, eftir uppskoti úr Føroyum, hava gjørt avtalu um svartkjaftafiskiskapin, og tvílanda fiskiveiðuavtaluni við Russland.

Allur føroyski útflutningurin, eisini útflutningurin til Russland eins og fiskiveiðiavtalan við Russland og tað, sum er tengt at fiskiveiðiavtaluni, snýr seg um matframleiðslu og flutning o.a. av matvørum, og tí eru tiltøkini ikki í samsvar við altjóða tilmælir um ikki at seta tiltøk í verk móti matframleiðslu og flutningi av matvørum. Hetta hevur ST aðalskrivarin staðiliga staðfest, men landsstýrismaðurin tykist sjálvandi onga virðing at hava fyri honum og ST.

Ein stórur partur av framleiðsluni av sild og makreli fer til russiska marknaðin, og kunnu tiltøkini órógva útflutningin. Skuldi tað hent, hevur tað stórar búskaparligar avleiðingar fyri Føroyar, og ikki minst fyri tey virkini (Pelagos og Varðin Pelagic), sum útflyta ímillum 40-60% av sínari framleiðslu til Russlands.

Tað er órógvandi at hoyra, at landsstýrismaðurin er so bundin av teimum tiltøkunum, sum ES setur í verk móti Russlandi, at hann treytaleyst góðtekur alt tað, sum ”ES sigur”.

Tá tað tykist sum um landsstýrismaðurin bert vildi seta ”okkurt” í verk mótvegis russisku skipunum, fyri at markera føroysku støðuna til kríggið í Ukraina, kundi landsstýrismaðurin avmarkað virksemið hjá russiskum skipum til ávísar havnir í Føroyum, har hann í samráð vil kommunurnar, avtalaði, hvørjar havnir talan skuldi verða um.

Tað er harmiligt at verða vitni til, at landsstýrismaðurin letur seg ávirka av donskum ráðharrum og føroysku fólkatingsumboðunum, við tí úrsliti, at føroyskur uttanríkispolitikkur verður stýrdur úr Brússel og Keypmannahavn.

Landsstýrismaðurin førir við hesum kopipolitikk.

Áhugavert at vera vitni til tað “nýggja vanliga” í Tjóðveldi, har politikkur tess bara er eitt afturljóð úr Christiansborg.

Ein kann av røttum siga, at danska ríkið hevur ein og sama verju- og uttanríkispolitikk.

Vit liva í eini tíð, har útreiðslurnar á fíggjarlógini kapprenna við inntøkurnar. Hetta er neyvan ein rættvís kapping, tí at landsstýrismaðurin við hesi kunngerð spennir bein fyri inntøkunum.

Skrædlið fara tey veiku í okkara samfelagi at sanna fyrr ella seinni og stakkals tey.

Jú, Noreg dugur, meðan Føroya Landsstýri er ein hóttan ímóti allari føroyskari vælferð.

Vorðin sum undirbrotligheit undir iljunum hjá Mette og Løkke, meðan danskar fyritøkur samstundis skora milliardir á russiska marknaðinum, donsku vælferðini at frama.

Jacob Vestergaard

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *