Árni Skaale legði leistin

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 4 uger ago
Updated 2024/05/21 at 1:48 PM

Nú fyrrverðandi landsstýrismaðurini í Fiskivinnumálum hevur klága núverðandi fiskimálaráðharra fyri at býta út svartkjaft í heimildarloysið, so nýtir Dennis Holm just somu lóg at býta út eftir sum Árni Skaale býtti Føroya Banka rættindi út eftir.

Trupulleikin er, at teir sannlýkt als ikki hava rætt at býta søgulig rættindi, sum jú liggja heilt konkretum hjá vinnurekandi / reiðaríðum. Hetta hava eisini fleiri advokatar víst á.

Søgulig rættind liggja sum fast procent rættindi hjá verðandi rættindahavarum. Hartil gongur tað klárt fram í øllum broytingum sum eru gjørdar i fiskivinnulóggávuni, at øll rættindi verða flutt frám við somu rættindum sum í undanfarnari lóg. So lóggávan er púra greið. Hetta hava eisini einir fýra av teimum sum eg vil kalla kendu og viðurkendu advokatum í føroyum víst á. Tí er spurningurin um tað er tann til einhvørja tíð sitandi fiskimálaráðharrini í politiskt kan trýsta sín politik ígjøgnum ?

Teir nýta eina paragraff sum er ætla til “nýggj ikki troytt/ókend fiskasløg undir Føroyum”

Báðir fiskimálaráðharrarnir hava nýtt fulkomuliga skeiva paragraf at luta út eftir. Teir hava nýtt eina grein i er ætla til nýggj fiskasløg. Og er hetta fiskasløg sum harvið eisini eru óregulerað í lógini um sjófeingið. Ella sagt á annan hátt hetta er ætla til at regulera t.d. krabbafiskiskap ella uppisjóðarfisk eftir t.d. prikkafiski, tunfiski sum eru ókend og ódefinera í fiskivinnulóggávuni og sum vit sjálvsagt kunnu gagnnýta og tí hevur fiskimálaráðharrin sjálvandi møguleika at býta hesu til skip og feløg sum nýggj rættindir undir Føroyum.

Kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2022

Tað teir hava valt at býta bæði “nýggj” Føroya Bank og Svartkjaftarættindi eftir er § 22 stk 1 í er ætla til at býta út rættindi sum liggja uttanfyri vanligu fiskidagaskipanina, so sum tosk, hýsu og upsa. Her skal viðmerkjast at vanliga fiskidagaskipanin umfatar eisini kvotarættindir hjá uppisjóðar feløgum. T.v.s her er talan um lóggávu sum gevur heimild til at lúta út nýggj botnfiskasløg, so sum krabbar ella nýggj uppisjóðarfiskasløg. Dómur frá 1996 vísir eisini, at tað ber ikki til at gera seg inná bólkrættindini hjá einstøku skipabólkunum. Tá man ger seg inn á søguligu egin- og bólkarættindini hjá reiðaríðunum er alt farið av sporinum, og út frá Fiskivinnulógini er ikki heimild fyri hesum.

Hetta er tað í býtt verður út eftir 22.Stk. 1. :

Til § 22.Stk. 1. Her er ásett, at landsstýrismaðurin kann gera nærri reglur fyri fiskiskapi, ið er eftir fiskasløgum og djórasløgum, ið ikki eru fevnd av fiskidagaskipanini, ella sum vanliga ikki eru høvuðsfiskasløg hjá teimum skipum og bátum, ið fiska undir fiskidagaskipanini –toskur, hýsa og upsi. Her kann vera talan um fiskiskap eftir øðrum botnfiski, uppsjóvarfiski ella øðrum djórasløgum, so sum skeljar, hummari, krabbi o.a.

Bæði veiða á Føroya Banka og veiðan eftir uppisjóðarfiski er neyvt greina í sjófeingislóginu og er púra greitt hvør eigur søguligu rættindini og sum eisni framganga klárt á heimasíðuni hjá stovni hjá Fiskimálaráðnum.

Løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 120 frá 18. august 2017

I kapitul 2 Almennar reglur fyri fiskiskapi

Her fer alt av sporinum tey seinastu árini, tá man heldur seg til at hava rætt til at býta, efitir einari grein sum í lógini ásetur at Fiskimálaráðharrin kan skipa fiskiskapin hjá fiskiførum á fiskileiðunum. Hetta eru tekniskar reguleringar.

At skipa fiskiskap og býta hevur einki við hvørt annað at gera.

Her hava skiftandi fiskimálaráðharrar valt at býta út rættindir undir Føroyum sum ikki er í tráð við nevndu paragraf í fiskivinnulóggavuni. Veiðurtææindi liggja í kapitul 4 sum sigur:

Kapittul 4 Ásetan av veiðurættindum á føroysku landleiðunum hjá fiskifør undir føroyskum flaggi

Nú kunnu vit so spyrja, hví støðan er sum hon er. Tað kunnu verða nógvar orsøkir til tess. Ein orsøk kann vera, at vinnan á ymsikan hátt er spjadd og ikki orkar at fara í rættin við málinum. Ein onnur orsøk kann vera, at tann umsitingarliga orkan i Fiskimálaráðnum kanska er veikari enn tann politiski viljin, og tí kunnu vit fáa eina skipan, har eingin veit hvat er rætt ella skeivt, tí hetta ongantíð verður løgfrøðiliga eftirkanna.

Tað førir so til, at rættindahavarar kunnu missa hópin av rættindum, meðan aðrir og nýggir í vinnuni kunnu fáa munandi fleiri rættindir. Samstundis sær út til, at hetta vinnupolitiska ongamannaland førir til, at tað verða gjørdar munandi forskjótinar í bólkarættindum sum ikki er í tráð við søguliga býtið sum er grundarlag undir allari fiskivinnulóggávuni í Føroyum. Hetta er Føroya Banka málið gott dømið um.

Óli M. Lassen reiðari og eigari av 24fo.news

Share this Article