Home Fólk og Samfelag Skalt tú útflyta tvøst og spik, má serligt loyvi til tess. Fyll umsóknarblaðið út og lat inn.

Skalt tú útflyta tvøst og spik, má serligt loyvi til tess. Fyll umsóknarblaðið út og lat inn.

by Lagt út ÓML

Ferðast tú sjálvur/sjálv, við hvalaúrdrátti, ert tú bæði útflytari og innflytari.
Undir “Útflytari” skal altíð skrivast ein bústaður í Føroyum.
Undir “Innflytari” skal skrivast ein bústaður uttanlands.

Loyvt er at hava í mesta lagið 10 kg samanlagt, av hvalaúrdrátti.

Allir teigar við * skulu fyllast út. Tá allir teigar eru fyltir út og umsóknin send til Havstovuna, fært tú eitt CITES-útflutningsloyvi sendandi. Hetta loyvi er galdandi í 6 mánaðir.

Gevi gætur! Hevur tú fastan bústað uttanlands, krevst oftast eitt innflutningsloyvi frá avvarðandi myndugleikum, har bústaðurin er. Býrt tú í Danmark, kann søkjast um innflutningsloyvi her.

Kelda: hav.fo

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More