Home Tíðindir Heim fyri seinheilskadd í Suðuroy

Heim fyri seinheilskadd í Suðuroy

0 comments

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum hevur raðfest eitt nýtt heim í Suðuroy, millum annað ætlað fólki við seinheilaskaða. Hetta sæst í uppskoti til fíggjarlóg 2023, sum er løgd fram.

Til hetta endamálið er, við framskrivingum í 2023, avsett ein hækking uppá 7.5 mill. kr. Talan verður um ein stovn, sum skal hýsa 10 borgarum við  seinheilaskaða, menningartarni og við autismu, umframt at tað eisini gevur møguleika fyri umlætting.

Tørvurin fyri varandi bústaðarloysnum fyri borgarar við avbjóðingum í Suðuroy hevur verið eyðsýndur.  Við hesum heiminum slepst undan at skulu gera einstaklingaskipanir, sum eru væl dýrari.

Tí fegnast Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum almikið um, at hendan raðfesting hevur borið á mál.

Hetta letur samstundis letur hetta upp fyri eini góðari loysn fyri bæði bústaðar- og umlættingar møguleikum fyri borgarar í Suðuroy.

Miðað verður eftir, at Trivnaðardepilin hjá Almannaverkinum setur virksemið í verk tíðliga í 2023.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More