Fyrsta battaríhøllin reist á Sundi

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/03/14 at 11:04 PM

Høllin, sum skal hýsa battaríum og synkronkompensatori í meginøkinum, er nú reist á Sundi. Hetta er fyrsta av fleiri hallum, sum skulu til fyri at hýsa neyðugari stabiliserandi tøkni, fyri betur at kunna gagnnýta vindorkuframleiðsluna í meginøkinum.

Fyri at kunna fáa ein størri part av vindorkuni í meginøkinum til høldar, er neyðugt við eyka útgerð. Skipanin í Suðuroy við battaríum og synkronkompensatori hevur roynst so mikið væl, at SEV longu er farið undir eina líknandi skipan í meginøkinum.

Skipanin, ið nú verður sett upp á Sundi, er tvífalt so stór sum tann í Suðuroy. Hóast tað, er hon bert umleið ein fjórðing av tí kapasiteti, sum tørvur væntandi er á, um megnøkið eins og Suðuroyggin skal kunna koyra við vindorku burturav, tá vindviðurskiftini tala fyri tí. Tí er hetta bert tann fyrsta av umleið trimum líknandi installatiónum, ið skulu setast upp í meginøkinum komandi árini.

Yvirskipaða endamálið við battarískipanum og synkronkompensatorum er at fáa til vega neyðugar skipanarberandi veitingar, sum í dag koma frá oljuriknu verkunum og vatnorkverkunum, herundir ’rullandi’ eykamátt, reguleringsevni, kortslutningseffekt og inerti.

”Hetta er fyrsta stig á leiðini til at fáa meiri vindorku til høldar í meginøkinum, og eitt týðandi stig á grønu kósini; tí tá skipanin er fult útbygd, kunnu vit í meginøkinum til tíðir steðga oljuverkunum og koyra við vindorku burturav”, sigur Høgni Hansen, verkætlanarleiðari.

Høllin er góðar 700 m2 til støddar og verður innilokað í næstum. Battarískipan og synkronkompensator koma til landið fyrst í komandi ári, og kaðallegging og aðrar tøkniligar fyrireikingar taka á leið hálvt ár. Væntandi verður skipanin á Sundi klár at seta í rakstur í heyst.

Kelda & myndir: sev.fo 2-12-2022

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *