Home Fólk og Samfelag Semja millum Heilsurøktarafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin

Semja millum Heilsurøktarafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin

0 comments

    

Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið hava 20 juni undirskrivað semju um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2022, og á fundi hin 26. oktober 2022 handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv.

Talan er um eina 2 ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum.

Tann 1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8%

Tann 1. oktober 2023 hækkar lønin 4,04%

Í semjuni eru eisini broytingar í ásetingunum í sáttmálanum um eitt nú starvslýsingar og sjúku, umframt broytingar í bólkaleiðaraviðbótini og viðbótini fyri frítíðarlegugjald o.a.

Harumframt fær lønarlyftið, sum samgongan hevur sett sær fyri at geva lægst løntu bólkunum á umsorganarøkinum, gildi tann 1. januar 2024.

Semjan sæst her.

Avtalan um lønarlyft sæst her.

Kelda & myndir: Fíggjarmálaráðið fmr.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More