Home Fólk og Frítíð Spæliland í Tórshavn ?

Spæliland í Tórshavn ?

by Lagt út ÓML

Útbjóðing av lendi til innandura spæliland við Stórutjørn

Spæliland 2023 mynd

Almenningurin í Tórshavnar kommunu hevur í nógv ár umbiðið eitt innandura spæliland. Kommunan ynskir við hesum at kanna, um privata vinnan hevur áhuga í at byggja eitt innandura spæliland. Eitt stað, har tað ongantíð regnar. Freistin at lata uppskot inn er 28. august 2023 kl. 12.


Innandura spæliland og býarmenning í barnahædd

Býarmenning í barnahædd finna vit fyri ein part í teimum uttandura spæliplássunum í kommununi. Okkum tørvar tó fleiri øðrvísi átøk í kommununi, millum annað tí okkara veðurlag merkir, at barnafamiljur og stovnar ikki verða beinleiðis eggjað til uttandura virksemi ein stóran part av árinum.

Sostatt hevur almenningurin í nógv ár spurt eftir innandura spælilandi. Tílík spælilond eru at finna í flestu av okkara grannalondum. Spælilondini hóska nevniliga væl til norðurlendsku býirnar, sum í flestu førum kunnu flokkast sum vetrarbýir, ið hava langar og myrkar vetrar og lutfalsliga styttri summur við nógvum regni og vindi. Eitt innandura spæliland kundi verið við til at samsýna hesar dagar.

Tað er í hesum sambandi, Tórshavnar kommuna ynskir at kanna, um privata vinnan er áhugað í at byggja eitt innandura spæliland. Eitt stað, har tað ongantíð regnar.


Staðsetingin við Stórutjørn

Ætlanin er at staðseta spælilandið við Stórutjørn í Hoyvík. Kommunan hevur arbeitt við einari heildarætlan fyri heilt nýggjan býarpart við Stórutjørn. Ein partur av økinum er lagt av til ítrótt. Endaliga skipanin av ítróttaøkinum er ikki liðug enn, men fyrsta verkætlanin í økinum verður nógv umrødda Stórhøllin. Fyri at gagnnýta lendið í økinum sum best, er ætlanin, at spæliland skal staðsetast oman á parkeringsplássini við Stórhøllina.

Undirlendið til spælilandið verður leigulendi, og tað verður funnið fram til ein leigukostnað, tá besta uppskotið um spæliland er funnið.

Um útboðið

Útboðið er soleiðis háttað, at uppskot til innandura spælilandi, ið verður latið kommununi, skal innihalda:

  • Frágreiðing um ætlanina
  • Tilvísingar ella tekningar, sum vísa dám og snið á spælilandinum
  • Kostnaðarstøðið á atgongumerkjum
  • Tíðarætlan á verkætlanini
  • Annað

Uppskotini skulu latast inn á útboðsportalinum í seinasta lagi 28. august 2023 klokkan 12.

Spurningar í sambandi við uppgávuna og útbjóðingartilfarið kunnu sendast á útboðsportalinum í seinasta lagi 28. juni 2023 og verða somuleiðis svaraðir umvegis portalin í seinasta lagi 30. juni 2023. Fyri at lata tilboð inn á útboðsportalinum, má tilboðsgevi vera skrásettur sum brúkari. Øll kunning og samskifti verður frameftir á útboðsportalinum.

Útbjóðingartilfarið sæst í fullum líki her:

Innandura spæliland – útbjóðingartilfar

Kelda & myndir: Tórshavn.fo

You may also like

Leave a Comment