Home Fólk og Frítíð Sáttmáli um nýtt graslíki undirskrivaður

Sáttmáli um nýtt graslíki undirskrivaður

by Lagt út ÓML

Í gjár varð sáttmáli um umhvørvisvinarligan graslíkisvøll í Hoyvík undirskrivaður. Talan er um ein vøll av slagnum DOMO, ið er eitt niðurlendskt merki. 

Hetta er sama slag av graslíki sum er á vøllinum inni í Vika. Hetta merkir, at umframt sand, so hevur vøllurin tundur sum ífyllu, og er hetta betri fyri umhvørvið enn gummigranulat.

Tórshavnar kommuna og P/F Føroya Møblasøla undirskrivaðu í gjár sáttmála um veiting av nýggjum graslíkisvølli á Hoyvíksvølli. Vøllurin er í dag heimavøllur hjá FC Hoyvík.

Umframt nýtt graslíki og stoytdoyvingarlag, verður eitt ávíst arbeiði gjørt við at slætta sjálvt undirlagið á vøllinum. Verkætlanin byrjar hálvan apríl, og endar eftir ætlan hálvan juni 2023.

men sitting at a table

a woman writing on a piece of paper

a group of men sitting at a table

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment