Fólk skulu kenna seg trygg at skifta til grøna orku

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2022/11/03 at 7:49 AM
Bjørg Dam

»Øll vilja jú fegin vera grøn. Men tað má eisini kennast trygt at skifta frá eini vælkendari hitakeldu til okkurt nýtt. Tí er tað so týdningarmikið at gera eina ráðstevnu sum hesa, har fólk kunnu fáa alla vitanina, tey hava tørv á, á einum stað«. Soleiðis sigur Bjørg Dam, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu um orkuráðstevnuna Ósvart, sum byrjar í morgin.

Bjørg Dam eigur hugskotið til orkuráðstevnuna, og tað spratt, tí hon metti tað vera neyðugt at geva fólki meira vitan um upphiting. Um fjarhitaskipanina, um jarðhita, um hitapumpur og um, hvussu kommunan planleggur í mun til upphiting. Tí tað er ikki longur so, at upphiting bert er eitt mál fyri einstaka húsarhaldið.

At skifta hitaskipan er jú ein stór avgerð hjá fólki. Men tað er sera týdningarmikið at gera. Bæði tí tað er neyðugt fyri umhvørvið, og tí at vit jú síggja rundan um okkum, at tað er skilagott at vera leys av olju og oljuprísi, sigur Bjørg Dam.

»Fyri nógv er tað tryggasta at knýta seg í fjarhitaskipanina. Og tí er tað sera týdningarmikið at vita, um tað er ein møguleiki – og nær. Men eisini aðrar loysnir – eitt nú felagsloysnir til eitt grannalag – bera til í dag. Og eru neyðugar, so hitaskipanin hjá einum húski ikki forðar fyri, at grannin eisini kann skifta«, sigur Bjørg Dam.

Orkuráðstevnan Ósvart byrjar hósmorgunin 3. november kl. 9 og er ókeypis. Umframt upplegg, kjak og fyrilestrar er ókeypis orkuráðgeving og orkushow fyri skúlabørn og familjur á skránni. Øll skráin sæst á síðuni um orkuráðstevnuna, sum tú finnur her:

Ósvart – orkuráðstevna fyri øll

Share this Article