Uppgerðin fyri 1. ársfjórðing 2024 vísir m.a., at sølan av fríðkanarvørum hækkaði 12% samanborið við árið fyri. Tá prísvøkstur er drigin frá, er mongdin av seldum fríðkanarvørum hækkað 10%.
Sølan í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørd upp fyri fyrsta ársfjórðing í ár.
Sølan hjá feløgum í vinnugreinini ‘Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur’, er sølan hjá feløgum, ið vit kenna sum matvøruhandlar.
Í ársins prísum hækkaði sølan nærum 5% frá 1. ársfjórðingi í fjør til 1. ársfjórðing í ár. Um vit draga prísvøksturin frá, so fáa vit virðið fyri umsettu mongdina t.e. mongdina av seldum vørum, kallað ‘sølan máld í føstum prísum‘. Sølan máld í føstum prísum hjá matvøruhandlum var 1% hægri 1. ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tað merkir, at hóast virðið á søluni hækkaði 5%, so er mongdin av seldum vørum hækkað 1%.
Les meira her Hagsotva Føroya
Kelda & mynd: Hagstovan