13
Ein meiriluti í Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi í kvøld leigusáttmálan millum Tórshavnar kommunu og Almanna- og mentamálaráðið um økið at staðseta nýtt tjóðleikhús.
Eitt økið á 4.000 m² verður sett av til byggiøki til nýggjan tjóðpall.
Sambært samtyktini er ásett, at leigarin sleppur inn á økið, tá ið verkætlanin er liðugt projekterað og hevur fingið myndugleikgóðkenning frá byggivaldinum. Eisini skal fornminnismyndugleikin góðkenna ætlanina við atliti at árinum á Tinganes og Skansan.
Aftrat skal eisini váttan fyriliggja, at fígging er tøk til at fremja alla verkætlanina.
Tíðarfreist er sett á soleiðis, at er ongin bygging farin fram á leigaða økinum í seinasta lagi 1. apríl 2029, so kann útleigarin siga upp leigumálið at fara úr gildi 31. desember 2029.
Kelda: torshavn.fo 3 juli 2024
Faldari sæst hjá Landsverk – les meira her