Home Politikkur Málið um samhugaverkfall lagt fyri Fasta Gerðarrætt

Málið um samhugaverkfall lagt fyri Fasta Gerðarrætt

0 comments

    

Málið um samhugaverkfall lagt fyri Fasta Gerðarrætt

Í gjárkvøldið boðaðu fleiri fakfeløg frá einum samhugaverkfalli, uttan at halda avtaluna um fráboðanarfreist og fráboðanarform, sum feløgini hava við Fíggjarmálaráðið.

Sambært avtaluni skal arbeiðssteðgur, eisini eitt samhugaverkfall, lýsast við minst 48 tíma freist.

Fíggjarmálaráðið gjørdi feløgunum greitt beinanvegin, at fráboðanarfreistin var ov stutt og tí er samhugaverkfallið eitt óheimilað stríðsstig.

Fíggjarmálaráðið hevur tí í dag lagt málið fyri Fasta Gerðarrætt við málskravi um, at feløgini skulu viðurkenna, at tað fráboðaða samhugaverkfallið er óheimilað.

Kelda & mynd inni á grein: fmr.fo

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More