Home Fólk og Samfelag Grøn børn frá Pluto vitjaðu borgarstjóran

Grøn børn frá Pluto vitjaðu borgarstjóran

by Lagt út ÓML

Seinasta vikuskifti var First lego league Føroyar kapping hildin á skúlanum á Argjahamri. Tólv lið úr ymiskum skúlum runt landið luttóku. Eitt lið úr 5 A á skúlanum á Fløtum sum kallaðu seg Grøn børn frá Pluto, vann kappingina. Í dag var vinnara liðið og vitjaðu á ráðhúsinum.

FIRST Lego League er stuttlig og lærurík kapping innan náttúruvísindi, tøkni og nýhugsan fyri 10 til 16 ára gomul skúlabørn. Evnið í ár var Orka. Uppgávan var at finna nýggjar varandi orkukeldur og/ella at betra um gagnnýtsluna av verandi orkukeldum. Ein fastur táttur í kappingini er eisini at hvørt liðið byggir og mennir ein robot sum skal fullføra nakrar ávísar uppgávur.

Eftir eina sera spennandi kapping var liðið ið kallaði seg “Grøn børn frá Pluto” kosin sum vinnari av kappingini. Saman við liðinum sum bleiv nr. 2 í kappingini skulu børnini nú til Danmarkar at kappast um danska meistara heiti. Skuldi tað hent seg at tey vinna kappingina í Danmark, so skulu tey heilt til Delhi í India at kappast um heimsmeistaraheitið.

Børnini greiddu einum áhugaðum borgarstjóra frá hvussu tey høvdu loyst uppgávurnar í føroysku kappingini og hvussu tey ætlaðu at skipað framløgurnar í Danmark.

Kappingin verður í Odense leygardagin 3 desember. Borgarstjórin ynskt teimum tillukku við úrslitinum higartil og ynskti teimum góða eydnu kappingini í Danmark.

Kelda & mynd: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More