Home Fólk og Samfelag Spírarnir handaðu umsókn um betri trygd á fótbóltsvøllinum

Spírarnir handaðu umsókn um betri trygd á fótbóltsvøllinum

by Lagt út ÓML

Formaðurin í mentanarnevndini fekk úr at gera í morgun, tá forskúlabørnini, spírarnir úr Dagstovninum á Hamrinum, vitjaðu á Ráðhúsinum. Tey vóru ikki nøgd við bara Sunkist og bomm, men høvdu eina álvarsliga umsókn við sær.

Eitt av børnunum – tað var Bjarki – var útvalt at handa Annfinni Brekkstein eitt bræv, sum hann las upp í stóra fundarhølinum Ingálvstovu, har børnini sótu spent og tugdu jólalakress.

Annfinn las brævið hart. Hetta snúði seg um, at tey hava ein góðan fótbóltsvøll beint við stovnin. Men tey fáa ikki brúkt hann, tí bólturin fer altíð av vøllinum og oman í rundkoyringina, har nógvir bilar koyra.

Spírarnir ynsktu tí at fáa spent eitt net omanyvir vøllin, akkurát sum tey hava gjørt umborð á Norrønu.

Og har var leyst og liðugt beinanvegin. Sambært varaborgarstjóranum er arbeiðið longu farið í gongd í onkrari nevnd, og hann lovaði børnunum, at um heilt stutta tíð, so fór net at verða sett upp, so at tey sluppu undan at renna eftir bóltinum í ferðsluni við rundkoyringina.

Fundur lokin og øll vælnøgd við bæði lakress og úrslitið av fundinum. Rættur jólastemningur.

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More