Jólatræið verður tendrað

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 uger ago
Updated 2022/11/21 at 4:00 PM

Jólatræið í Vágstúni verður  tendrað fríggjadagin 25. november kl. 19.30. Karl H. Johansen, borgarstjóri, heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkester spælir.

Jólatræið í Árnafirði verður  tendrað leygardagin 26. november kl. 17.00. Gudny Mortensen  heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Boðið verður til ein kaffimunn í gamla bygdahandlinum eftir haldið.

Jólatræið í Ánunum verður tendrað mánakvøldið 28. november kl. 18.00. Herdis Katrina Klein heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Boðið verður kaffimunnur aftaná.

Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mánakvøldið 28. november kl. 19.00. Annfinnur Heinesen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Boðið verður kaffimunnur aftaná.

KALSOY

Jólatræið á Syðradali verður tendrað hóskvøldið 1. desember kl. 17.45

Jólatræið á Húsum verður tendrað hóskvøldið 1. desember kl. 18.15

Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið 1. desember kl. 18.50

Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið 1. desember kl. 19.30

Absalon Hansen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl.17.15 og av Syðradali kl. 21.00. Bussur er við í ferðini.

SVÍNOY

Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 3. desembur kl. 16.00. Heri Joensen, prestur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leigutúr úr Svínoy kl. 17.30

kelda og mynd: klaksvik.fo

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *