Vit løgtingsfólk eru vald til at gera Føroyar til eitt betri land. Fólkið hevur sett sítt álit á okkum. Í dag er tað vinstravongurin við Javnaðurflokkinum, Tjóðveldi saman við Framsókn, sum sita í samgongu og stinga út í kortið.
Sveinastykkið hjá teimum reyðu, síggja vit í dag, nú teirra fíggjarlóg er til viðgerðar. Tað vit síggja í fíggjarlógaruppskotinum, er ikki júst tað, sum henda samgongan fór til val uppá. Her er langt frá orðum til gerðir. Tað sum bleiv lovað áðrenn valið, bleiv ikki gjørt eftir valið.
Hvat bleiv av styttri arbeiðsviku? Skattalættanum til miðal og láglønt? Hvat bleiv av yvirskotinum á fíggjarlógini? Og hvar bleiv fíggjarliga regluverkið av? osv osv
Tað er nærliggjandi, at spyrja: Fer søgan hjá reyðu samgonguni veruliga at endurtaka seg? Vit minnast øll tíðarskeiðið 2015-2019.
Undan valinum í 2015 lovaðu hesi, at nú skuldi ríkidømið koma út í hvønn krók í Føroyum. Veljarin trúði teimum, eisini ta ferðina, og setti sítt álit á hesi orðini áðrenn valið. Men, hvat hendi eftir valið? Ríkidømið fór ikki út í hvønn krók, og tað so slettis ikki. Hinvegin bleiv føroya fólk knokkroytt í avgjøldum. Tað floymdi ein avgjaldsøði yvir alt landið, sum føroyingar ongantíð hava sæð makan til. Ongin slapp undan. Heldur ikki Palliba og Marsanna. Skatta- og avgjaldsøðin rakk út í hvønn krók.
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hækkaði avgjald uppá bensin og diesel, vegskatturin hækkaði, heilsutrygdargjaldi hækkaði, inngjald í samhaldsfasta hækkaði. Ja, sjálvt tinglýsingargjaldi bleiv tað dupulta. Ikki eingongd tey, sum vildu seta føtur undir egið borð, sloppi undan hesari avgjaldsøði.
Nú sita hesir somu flokkarnir aftur við valdið. Eg spyrji, og vænti at føroya fólk eisini spyr, hvar blivu vallyftini av?
Hvat við lønarlyftinum til tey, sum arbeiða í umsorgarøkinum? Heldur samgongan veruliga, at hon kann breggja sær av, at tað lyfti er hildið?
Samgongan lovaði, at tey, sum arbeiddi innan umsorgarøkið, skuldu fáa lønarlyft. Tá bleiv onki sagt um, at sjúkrarøktarfrøðingar skuldi leypast um í lønarlyftinum. Í dag kunnu vit bara staðfesta, at sjúkrarøktarfrøðingarnir eru lopnir um. Tey við tí longstu útbúgvingini og størstu ábyrgdini á umsorganarøkinum eru lopin um!
Hvat síggja vit í dag, jú sjúkrarøktarfrøðingarnir eru farnir í verkfall og stórt sæð alt heilsuverkið liggur lamið. Sjúkrarøktarfrøðingarnar finna seg ikki í hesum mismuninum, sum samgongan fremur móti teimum, at tey nú verða lopin um í lønarlyftinum. Álvaratos, arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar nú ikki innan umsorgarøki. Enn einaferð: Tey stýrandi eru vald til at gera Føroyar til eitt betri land, og ikki gera mismun á umsorgarøkinum og á arbeiðsfólki. Var tað ikki júst eitt av herrópunum hjá javnaðarflokkinum, at tað sum vit siga áðrenn valið, tað siga vit eisini eftir valið ?
…………..
Nógvar sparingar eru gjørdar, sum koma at ávirkað nógv fólk. Ja, sparingar eru gjørdar her og har og allastaðni. Hóast hetta, so hongur fíggjarlógin ikki saman. Fíggjarlógin hevur eitt undirskot, sum allarhelst fer at standa við og versna um vit ikki fáa fleiri samfelagsinntøkur, also nýggjan kapital inn í landið. Køkan skal gerast størri.
……………
Áhugaverdi spurningurin er, hvussu kunnu vit bæði halda fram við okkara vælferðarsamfelag, sum er bygt upp í gjøgnum nógv nógv ár og samstundis hava yvirskot á fíggjarlógini?
Vinnan skal aftur fáa tryggar karmar at virka undir. Her hugsi eg sjálvandi, fyrst og fremst um okkara høvuðsvinnur, fiski og alvinnuna, sum eru grundsúlurnar undir okkara vælferðarsamfelag.
Hetta, at okkara høvuðsvinnur hava ótryggar karmar at virka undir, og ikki veit framtíðarætlanir hjá samgonguni, gongur snøkt sagt ikki. At landið leggur ovurhonds høg avgjøld á vinnuna, sum vinnan ikki klárar at krepera, gongur heldur ikki. Úrslitið av hesum síggja vit longu. Partar av vinnuni eru rýmdir av landinum til onnur lond at gera íløgur. Lond, sum eru meira attraktiv fyri vinnuna og sum hava ein meir positivan hugburð til vinnuna.
At umleið 400 arbeiðspláss hjá Bakkafrost eru í vanda, gongur heldur ikki. Tú kanst ikki spæla við lagnuna hjá fólki. Minst til, her tosa vit um livibreyðið hjá 400 familjum.
Havnastongsulin?, ja, hann hevur longu kostað okkum stórar upphæddir kring alt landið. Eysturoyggin og Norðoyggjar hava serliga merkt mest sviðan av hesum, í fyrsta umfari.
Tá vit koma til Barentshavið, so má tað ikki henda, at samgongan forkemur føroysku kvotunum í Barentshavinum. Tað fer at hava ógvusligar rembingar í øllum samfelagnum. Helst fleiri enn 300 familjur verða raktar. Familjur missa sítt fíggjarliga tilverugrundarlag , og landskassin missir 100 tals milliónir. Harafturat koma allar tær ovurhonds upphæddirnar í avleiddum vinnum kring landið. Eg vóni, at samgongan skjótast skilir álvarsemi í førda politikkinum, áðrenn ov seint er.
……….
Hugsi mangan um hetta, at vit politikarar, eiga at gera alt tað, sum liggur í okkara magt, at okkara vinnur skulu trívast og mennast. Umframt fornemmu uppgávuna, at vera framsíggin, og duga at taka av teimum møguleikum, sum vísa seg. Og gera tað við viti og skili.
Í løtuni, hava vit ein møguleika, sum vit eiga og skulu gagnnýta. Vit hava so mangan tosað um, at vit mugu hava fleiri bein at standa á.
Tað kann verða svikaligt bara at dúva uppá ali og fiskivinnuna. Og spurningurin er eisini, hvussu nógv kann henda vinnan veksa afturat tí, sum longu er í dag, tá mann, hvørki hevur fingið avtalu við ES og annars kappa heysin av víðari virking av laksavørum hjá Bakkafrost.
Vit vita øll, at samfelagsinntøkurnar noyðast at blíva størri, ella veksa. Og neyðugt er, at framleiða meira, um vit ætla at halda fram við tí vælferð og vælferðarsamfelag, vit hava í dag.
So er brennandi spurningurin, er annað bein at hóma nakrastaðni?
Vænti, at størsta succesbeini ella vinnumøguleikarnir nakrantíð verður ein komandi Gass og oljuvinna í føroyskum øki . Vit vita, at beint hinumegin føroyska markið, eru stórar mongdir av gassi og olju at finna. Og sjálvandi er olja okkara megin eisini.
Nú hoyrist eisini at Bretar hava funnið eina risastóra olju og gasskeldu bert 5 fjórðingar sunnanfyri Føroyska markið. Ímyndið tykkum, tað er áleið sum frá flogvøllinum til Gásadals. So Harra formaður: Lat okkum koma ígongd við olju og – gassleiting, og tað hevur skund.
Stjórnin við forsætisráðharranum Rishi Sunak á odda ynskir, at Bretland skal gerast óheft av orkuinnflutningi úr øðrum londum og serstakliga frá einaræðislondum sum Russlandi.
Hugsi tykkum til, her tosa vit um bretskar mynduleikar, sum hava givið endaligt loyvi til útbygging av risastórum olju – og gasskeldum. Bretland, ið sigur seg ganga á odda í grøna orkuskiftinum. Bretar hava sæð álvaran í, at lata standa til og bara hyggja at.
Felagið aftanfyri Rosebank , vísir á, at við avgerðini at elektrifisera framleiðsuna við tí nýggjastu tøknini, verður Rosebank ein fyrimynd fyri onnur, sum í dag framleiða olju og gass. Verkætlanin miðjar móti at minka heilt munandi um útlátið soleiðis, at Rosebank í heimshøpi fer at verða ein fyrsta floks kolvetnis orkuleið.
So harra formaður: Vit kunnu ikki bara standa og hyggja at, meðan londini beint hinumegin markið ríka seg upp í samband við gass og oljuleiting. Og skal skunda mær at siga, at vit, sum so gjarna vilja verða so grøn sum yvirhøvur møguligt, at teir framleiða við grønari orku. So her er heldur ongin forðing í so máta. Vit eiga at koma í gongd til frama fyri okkara samfelag.
…………..
Um eg skal hugleiða eitt sindir um tá oljuvinnan er farin í gongd, so síggi eg fyri mær, at Suðuroyggin mest nátúrliga, verður tann nýggi depilin, bæði við frálandavinnu og flúgving. Ein oljumiðstøð fyri Føroya Land.
Klaksvíkin er og eigur halda fram at vera fiskivinnuhøvuðsstaður. Her vil eg heita á tykkum reyðu um at lata norðoyingar og øll vinnulívsfólk fáa frið til at styrkja og menna seg.
Eysturoyggin er størsta umskipingarhavn í Føroyum. Tað eru ikki nógvar vikur síðani, at russarar lógu har på rad og række. Men hesum hava partafólk hjá borgmeistaranum í Runarvíkar kommunu forkomið við havnastongslinum. Men við stóra møguleikanum við olju og gassleiting, fer Eysturoyggjin aftur at fáa lív í havnirnar. Vænti at oljuhavnin á Skálafjørðinum eisini fer at bjóða seg fram. Men men, fyri at hetta skal eydnast, so krevjast virkisfúsir politikarar við dirvi og ágrýtni til at koma í gongd.
Vit skulu eisini minnast til, at tá farið verður undir gass og oljuleiting, at tað longu frá fyrsta degi av, eru stórar inntøkur at heinta í samband við royndarboringar.
Tá gass og olja er funnin í føroyska sjóøkinum, tosa vit um ovurhondsstórar upphæddir, sum landið fer at fáa. Ríkidømi, sum vit ongantíð hava upplivað fyrr. Sjálvt reyða samgonga fer at fáa yvirskot á fíggjarlógini, uttan at knokkroyta Palliba og Marsannu og vinnuna. Tá verður ikki neyðugt at spinka og spara hjá teimum, sum hava serligan tørv ella avbjóðingar og sum búgva á stovnum ella ganga á miðnám.
Fólkapensjónistarnir kunnu arbeiða tað tey vilja , uttan at verða mótroknaðir. Óaktuelt yvirhøvur at tosa um mótrokning. Vit fara at hava eitt frælst, sjálvstøðugt og ikki minst ríkt samfelag, sum onnur bara kunnu droyma um.
Suðuroyartunnilin verður bara gjørdur uttan drál og uttan symbolskar upphæddir á í fíggjarlógini. Hann verður bara gjørdur.
…………..
Brúki nú vit og skil til frama fyri okkara fólk, sum hava sett sítt álit á okkum um eitt betri samfelag. Sigi takk fyri tað tilfeingi vit hava fingið og brúkið tað skilagott, heldur enn at ignorerað tað. Ongin kann skatta seg til framburð.
Lati oljuvinnuna gjalda fyri okkara fullveldi, frælsi, grøna orkuskifti og okkara framhaldandi vælferðarsamfelag.