By using this site, you agree to the Privacy Policy and Terms of Use.
Accept

24FO.NEWS

Netavís

  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útvaldar greinar
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Reading: Eystari Landsrættur staðfesti dóm í stórum hashmálið
Share
Notification Show More
Latest News
Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar
1 dag ago
Kvinna dømd 6 ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain
2 dage ago
Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum. Nevndin í Føroya Tele ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk í samtakinum.
2 dage ago
Álit um universitetssjúkrahús handað landsstýriskvinnuni
1 uge ago
Stong Havstovuna og opna Bankan
1 uge ago
Aa
24FO.NEWS24FO.NEWS
Aa
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útvaldar greinar
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Have an existing account? Sign In
Follow US
© 2022 Foxiz News Network. Ruby Design Company. All Rights Reserved.
24FO.NEWS > Tíðindir > Eystari Landsrættur staðfesti dóm í stórum hashmálið
Tíðindir

Eystari Landsrættur staðfesti dóm í stórum hashmálið

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 6 måneder ago
Updated 2023/03/17 at 1:17 PM
Share
SHARE

Innsmugling av stórari mongd av hashi til Føroya var ikki fevnt av revsilógini.

Málið var um innsmugling av 9,3 kg. av hashi. Hashið var smuglað til Føroya í fjør summar, tá ein dani kom til Føroya við hashinum í einum bili, sum var serliga innrættaður til smuglingina. Maðurin bleiv tikin av politinum, tá hann royndi at avhenda hashið til ein føroyskan mann og eina føroyska kvinnu.

Av tí at talan var um sera stóra nøgd av hashi, og at innsmuglingin harumframt var professionelt fyriskipað, hevði ákæruvaldið reist ákæru eftir ásetingini í revsilógini um grovan narkotikakriminalitet.

Ákæruvaldið fekk ikki viðhald í Føroya Rætti um, at dømast skuldi eftir revsilógini. Føroya Rættur dømdi í staðin øll trý fyri brot á lóggávuna um euforiserandi evni. Lóggávan um euforiserandi evni verður brúkt til minni álvarslig mál um t.d. smugling av narkotika.

Ákæruvaldið kærdi málið til landsrættin við pástandi um, at tey ákærdu skuldu dømast fyri brot á revsilógina um grovan narkotikakriminalitet, og at revsingin harumframt skuldi herðast. Ákæruvaldið vísti m.a. á, at talan var um eina sera stóra nøgd, sum hevði eitt sera høgt søluvirði í Føroyum. Harumframt var víst á, at talan var um eina professionella innsmugling, sum hevði fleiri viðvirkandi í Føroyum og í Danmark.

Landsrætturin staðfesti í gjár dómin hjá Føroya Rætti, sum m.a. hevði grundgivið við, at markið fyri brot er á revsilógina í útgangsstøðinum er 10kg av hashi.

Staðfestingin merkir eisini, at føroyski maðurin fekk 2 ára treytaleysa fongsulsrevsing, danin fekk 1 ár og 6 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, og kvinnan fekk 1 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

§ 191 í revsilógini um grovan narkotikakriminalitet § 191. Tann, sum ímóti lóggávuni um euforiserandi evni til fleiri persónar ella fyri mundandi gjald ella undir øðrum serliga skerpandi umstøðum avhendir slík evni, verður revsaður við fongsli í upp til 10 ár. Er talan um avhending av munandi mongd av serliga vandfamiklum ella skaðiligum evni, ella hevur avhendingin av slíkum evni á annan hátt verið av serliga vandamiklum slag, kann revsingin vaksa til fongsul upp i 16 ár.
   Stk. 2. Somu revsing fær tann, sum ímóti lóggávuni um euforiserandi evni innflytur, útflytur, keypir, útflýggjar, tekur ímóti, framleiðir, viðger ella hevur um hendi slík evni við tilætlan um at avhenda tey, soleiðis sum nevnt er í stk. 1. 

https://politi.fo/politistoedir/tidindilisti/eystari-landsraettur-stadfesti-dom-i-storum-hashmalid/2023/03/17

You Might Also Like

Stívliga 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. august – vøksturin er 1,2%

Trý øki afturat boðin út omanfyri Argjahamar

Koranbrennan við bústaðin hjá uttanríkisráðharranum

Nýtt oljufelag í Føroyum

Langa samstarvið millum Framherja og Samherja endað

Lagt út ÓML marts 17, 2023
Share this Article
Facebook TwitterEmail Print
Previous Article Sjálvandi skal Tórshavnar kommuna nýta myndir í kunning og samskiftið við borgarar.
Next Article Tað er landið, sum skal útbúgva fleiri námsfrøðingar
Leave a comment

Skriv et svar Annuller svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

You Might Also Like

Stívliga 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. august – vøksturin er 1,2%

2 uger ago

Trý øki afturat boðin út omanfyri Argjahamar

3 uger ago

Koranbrennan við bústaðin hjá uttanríkisráðharranum

2 måneder ago

Nýtt oljufelag í Føroyum

3 måneder ago
24FO.NEWS24FO.NEWS

© MERCOM - 24.FO - 24FO.NEWS - All Rights Reserved.
Ábyrgdarstjóri: Óli M. Lassen Post: info@24fo.news - Telefon 252424

Removed from reading list

Undo
Welcome Back!

Sign in to your account

Lost your password?