Tað er landið, sum skal útbúgva fleiri námsfrøðingar, og veruleikin er, at vit í Føroyum útbúgva ikki fleiri námsfrøðingar um árið enn mann gjørdi í 1980´unum. Fólkatalið er vaksið nógv síðani tá, eins og fakliga medvitið um tað neyðuga í góðari námsfrøði er vaksið. Men tað fer at taka minst eitt áratíggju at rætta upp uppá hesa støðu, sjálvt um vit beinanvegin taka fleiri flokkar upp til námsfrøðilesnað á Setrinum.
Pedagogfelagið hevur havt aðalfund síðsta vikuskiftið, og í útvarpstíðindunum greiddi formaðurin Jógvan Philbrow frá tí, ið har fór fram, men mest um, hvussu vánaligt dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu er.
Sambært Jógvani Philbrow, so er starvsfólkatrotið í Havn somikið stórt, at kommunan ikki eigur at byggja fleiri stovnar, hóast kommununi vantar stovnspláss. Tað vil so hava við sær, at børn ikki sleppa á stovn og at foreldrini ikki sleppa til arbeiðis.
Formaðurin heitti tí á kommununa um at senda boð út í heim um, at til Havnar skal mann ikki fara, tí har vanta bæði starvsfólk og stovnspláss.
Tey góðu tíðindini
Í Pedagogblaðnum, sum kom út í sambandi við aðalfundin, eru fleiri atfinnandi greinar um skilið í Havn. Men uppbyggjandi lesnaður er eisini at finna. Millum annað greiðir landsstýriskvinnan í almannamálum frá stóra tørvinum á bústovnum, sum landsstýrið nú hevur sett sær fyri at byggja.
Hetta eru av sonnum gleðilig tíðindi, at nakað verður gjørt við stóra tørvin á bústovnum til almannaøkið. Har starvast eisini nógvir námsfrøðingar – og nú verður tørvur á enn fleiri. Tórshavnar kommuna fer eisini at gera alt fyri at hjálpa, millum annað við at Almannaverkið kann fáa grundøki at byggja á.
Í sama blaðið greiðir landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum frá ætlan síni um at lógarfesta minimumsnormering á dagstovnaøkinum, umframt at stytta arbeiðsvikuna.
Men alt annað líka, so hava allar hesar ætlanir við sær tørv á enn fleiri starvsfólkum. Men Tórshavnar kommuna tekur fult undir við hesum ætlanum.
Tað kann tí tykjast eitt sindur bakvent, at formaðurin í Pedagogfelagnum ongar ávaringar hevði til landsstýrisfólkini, hvørki tá tað er um at byggja fleiri bústovnar ella at økja um tørvin á námsfrøðiligum starvsfólkum.
Tí tað sær ikki mætari út enn, at tað bara er Tórshavnar kommuna, sum ikki má byggja út, so at allir borgarar – og ikki bara nakrir – kunnu fáa børn á dagstovn.
Veruleikin fløktari enn so
Jógvan Philbrow hevur verið leingi í fakfelagsarbeiði og kennir politisku tilgongdirnar bæði hjá land og kommunu. Hann veit tí eisini, hvussu Tórshavnar kommuna hevur styrkt dagstovnaøkið seinastu árini. Hann veit eisini, at kommunan sjálvboðið hevur sett sær fyri at røkka minimumsnormering eins og ta, ið landsstýrismaðurin ynskir at lógarfesta. Hann veit eisini, at tað er ein tilgongd, sum fíggjarliga má takast yvir nøkur ár – eins og gjørt verður í Danmark fyri tíðina.
Jógvan veit eisini, at støðan innan námsfrøðiliga økið, ikki bara í Havn, men í øllum landinum og innan almannaøkið, er sum ein gordiskur knútur. Sum myndugleikar hava kommunur og land skyldur at veita borgarunum ávísar tænastur, og eyðsæð stremba allir partar eftir at gera tað so gott sum til ber.
Samstundis hava vit upp í leypar av bygnaðarligum viðurskiftum, sum kommunur og Almannaverk bert hava ávísa ábyrgd av og ávirkan á.
Tað er landið, sum skal útbúgva fleiri námsfrøðingar, og veruleikin er, at vit í Føroyum útbúgva ikki fleiri námsfrøðingar um árið enn man gjørdi í 1980´unum. Fólkatalið er vaksið nógv síðani tá, eins og fakliga medvitið um tað neyðuga í góðari námsfrøði er vaksið.
Men tað fer at taka minst eitt áratíggju at rætta upp uppá hesa støðu, sjálvt um vit beinanvegin taka fleiri flokkar upp til námsfrøðilesnað á Setrinum.
Vit vilja eitt lønarlyft
Lønarlagið er eitt annað mál. Vit eiga øll at viðurkenna, at løn og arbeiðsumstøður hava stóra ávirkan á trivnað, nøgdsemi og atdráttarmegi til fakið. Eisini her mugu fleiri partar taka saman lógvatak, ein einstøk kommuna, stór ella lítil, kann ikki gera tað sjálvdrátti uttanum sáttmálan.
Men kunnu vit semjast um eitt lønarlyft, ið munar, so skal okkara partur ikki liggja eftir.
Kommunan skal eisini hyggja inneftir. Starvsfólkatrotið skapar stóra ørkymlan og setir alla skipanina undir trýst. Einki er at ivast í, at kommunan kann gera fleiri viðurskifti enn betri, og sum kommunan sjálv hevur ábyrgd at broyta.
Eg kann blíva við, men fløkjuknútin skulu fleiri partar til at loysa.
Sum eg havi sagt áður, so er nýggja tilmælið “Til barnsins besta”, sum Dagstovnaráðið hevur gjørt, eitt gott útgangsstøði, umframt at býráðið heldur fram at økja játtanirnar til normering og fyrireikingartíð eftir tí leisti, sum uppskotini í eftirmetingini frá 2021 hava mælt til.
Jógvan Philbrow kann kenna seg vísan í, at aftrat øllum hesum, so fer Tórshavnar kommuna framhaldandi at gera sítt til, at tørvurin á dagstovnaplássum verður nøktaður við teim útbyggingum, sum eru í gongd og í ætlan komandi árini.
At byggja út og at menna dagstovnaøkið serliga í mun til starvsfólkini og námsfrøðina er ikki antin ella, men bæði og.
Heðin Mortensen
borgarstjóri