Rennibreytin tikin í nýtslu

Kelda og mynd: klaksvik.fo

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 år ago
Updated 2023/03/14 at 10:52 PM

1 oktobur varð almenn móttøka í samband við, at rennibreytin og nýggja ítróttarøkið á Másheyggi varð tikið í nýtslu.

Eftir horntónar frá Klaksvíkar Hornorkestri, helt Karl H. Johansen, borgarstjóri røðu og takkaði mongu eldsálunum handan hesa verkætlan – tá serliga Guttorm Sørensen, sum setti sær stór mál og var ein rennibreyt í Klaksvík ein sjálvfylgja í hansara hugaheimi.

Spakin bleiv settur í verkætlanin í oktober í 2018, og hevur verkætlanin sostatt tikið fimm ár at fremja.Spakin settur í 9. okt 2018

Umboð fyri Treysti, Óluva Fuglø, tók rørd í móti lyklinum, sum borgarstjórin handaði henni, til rennibreytini og húsini, ið knýta seg til vøllin.

Hallur Holm vegna FÍF – Frælsur Ítróttur Føroya, segði nøkur væl vald orð og var týðiliga rørdur, tí hetta var ein stór løta – eisini í minnunum á Gutta, sála, sum í hansara og so mongum eygum var ein eldsál, ið slóðaði fyri, at vøllurin nú kann verða tikin í nýtslu.

Síðani spældi Klaksvíkar Hornorkestur eitt lag, áðrenn eitt Merkisband var klippt av borgarstjóranum, sum tekin um, at nú er vøllurin tøkur fyri almenninginum.

Eftir hetta runnu tvey umboð fyri Treysti, Rebekka Fuglø og Jan Elmar Sørensen eina rundu um vøllin, og seinastu 100 m rann elsti aktivi rennarin, Sámal Júst Ziska Dahl, eisini við.

Klaksvíkar kommuna bjóðaði síðani kaffi og góðan kakubita. Rennibreytin er nú síðani opin fyri almenninginum, og vóru tey mong, sum nýttu høvið at taka eina rundu.

Ein sannur gleðisdagur fyri so mong.

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *